
- Vit eru 2.034 áskoðarar á Tórsvølli í kvøld.
Soleiðis tók stadionspeakarin til, meðan føroyingar vóru á odda 4-0 og meira ella minni hugnaðu sær í heystarveðrinum. Teir hjá Montenegro tímdu hinvegin ikki serliga væl meira.
- Man roynir sjálvandi at hugsavna seg fult og heilt, men tað er eingin loyna, at tað verður eitt sindur meira frítt.
Hetta staðfesti Andrias Edmundsson fyri Portalinum eftir stórsigurin. Miðverjin royndi seg sjálvur við heldur stórætlaða sotroynd úr stórum 30 metrum. Hetta noyddist málverjin hjá Montenegro at beina út til horna.
- Í Póllandi havi eg vanliga eitt sovorit langskot fyri hvønn dyst, og tey plaga at fara út av stadion. So tað var fínt at raka málið hesaferð, sigur stinni verjupspælarin við einum skálkasmíli.
Sí eisini: Føroyar hava javnað stigametið fyri eina undankapping - ongantíð vunnið so stóran kappingarsigur
Merktu væl stuðulin
Eftir dystin sást 24-ára gamli toftamaðurin við nýggja hársniðnum fara ein túr niðan til eina trummu hjá Skansanum. Andrias Edmundsson segði eisini til endans í samrøðuni í gjár, at hann var ógvuliga fegin um stuðulin frá føroysku áskoðarunum.
- Eg hoyrdi ógvuliga væl áskoðararnar í kvøld. Tað man hava verið øðiliga kalt at sitið har í reginum, so vit eru ógvuliga takksamir fyri stuðulin, staðfestir hann.
Toftamaðurin dugir eisini við trummuni (Mynd: Sverri Egholm)
Beint yvir 2.000 fólk á Tórsvølli eitt heystarhóskvøld - í heldur ringum veðri fyri áskoðararnar og við fletting og øðrum á skránni - er ikki so galið. Heldur ikki tá man hugsar um at Montnegro ikki er "eitt spenanndi mótsstøðulið" við stórum nøvnum o.s.fr.
Tó er tað at iðra seg um, at ikki uppaftur fleiri føroyingar vóru til staðar søguliga kvøldið, Og tað er eingin ivi um, at føroyska liðið og FSF sjálvandi hava væl fleiri fjepparar inn. Avrikið í gjár eigur eisini at tryggja eitt væl hægri áskoðaratal sunnudagin, tá Andrias Edmundsson og hinir fara eftir stigametinum móti Kekkia - hóast konfirmatiónir eru.
Onkrir bólkar eru útseldir, nú stór tvey samdøgur eru til dystin.
Hoyr alla samrøðuna við Wisla Plok mannin, sum eisini snýr seg um sermerkta hársniðið, her - parturin um áskoðararnar byrjar 2.44
Undankappingin til HM 2026 - Bólkur L
Í gjár, hósdagin 8. oktober
Føroyar - Montenegro 4-0 (2-0)
16' Hanus Sørensen (Árni Frederiksberg) 1-0
36' Meinhard Egilsson Olsen (Árni Frederiksberg) 2-0 - møguliga sjálvmál
57' Hanus Sørensen (Árni Frederiksberg) 3-0
72' Árni Frederiksberg, br. (Jóan Símun Edmundsson) 4-0
Støðan í bólkinum:
1. Kroatia 13 stig (5 dystir)
2. Kekkia 13 stig (6 dystir)
3 Føroyar 9 stig (6 dystir)
4. Montenegro 6 stig (6 dystir)
5. Gibraltar 0 stig (5 dystir)
Sunnudagin 11. oktober
17.00: Føroyar - Montenegro
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald