Fótbóltur

Føroyar hava javnað stigametið fyri eina undankapping - ongantíð vunnið so stóran kappingarsigur

Manslandsliðið gjørdi av álvara hol í sjógvin í heystarveðrinum á Tórsvølli. Sigurin á Montenegro var ikki bara framúr flottur - hann var søguligur.

Árni Frederiksberg økti til 4-0 við brotssparki, og hetta tryggjaði størsta kappingarsigurin higartil. Nummar 11 legði upp til hini trý málini hjá Føroyum (Mynd: Sverri Egholm)

Árni Frederiksberg økti til 4-0 við brotssparki, og hetta tryggjaði størsta kappingarsigurin higartil. Nummar 11 legði upp til hini trý málini hjá Føroyum (Mynd: Sverri Egholm)

2025-10-09 23:22 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Undan dystinum á Tórsvølli í kvøld var størsti sigur nakrantíð í einum kappingardysti 3-0. 

Hetta var móti San Marino á Svangaskarði í 1995.

Føroyar hava vunnið 5-1 og 4-0 á Liktinstein í venjingardystum men ongantíð vunnið við fýra málum ella skorað fýra mál í einum undankappingardysti ella í Nations League.

Aftur níggju stig

Í undankappingini til HM 2018 fingu Føroyar níggju stig í tíggju dystum. Eftir seks dystir í hesari HM-undankappingini hava Føroyar longu níggju stig.

Havið er metið fyri eina undankapping javnað. Tað kann takast við at fáa stig móti Kekkia (sunnudagin klokkan 17 á Tórsvølli) ella í Kroatia 14. november.

Í Nations League 2020 fingu Føroyar tólv stig í bólki við Lettlandi, Malta og Androrra. Tað var í Deild D - niðastu deildini. Hetta er met í einari kapping hjá manslandsliðnum.

Undankappingin til HM 2026 - Bólkur L
Í dag, hósdagin 8. september
Føroyar - Montenegro 4-0 (2-0)
16' Hanus Sørensen (Árni Frederiksberg) 1-0
36' Meinhard Egilsson Olsen (Árni Frederiksberg) 2-0  - møguliga sjálvmál
57' Hanus Sørensen (Árni Frederiksberg) 3-0
72' Árni Frederiksberg, br. (Jóan Símun Edmundsson) 4-0

Les meira um dystin her: Føroyar við framúr avriki og metsigri

[object Object]
Teir fyrstu ellivu í søguliga dystinum - allir avrikaðu ógvuliga væl

Venjari: Eyðun Klakstein

Sí fleiri deiliigar myndir her

Støðan í bólkinum:
1. Kroatia 13 stig (5 dystir)
2. Kekkia 13 stig (6 dystir)
3 Føroyar 9 stig (6 dystir)
4. Montenegro 6 stig (6 dystir)
5. Gibraltar 0 stig (5 dystir)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder