Fyri einum av heimsins bestu tennisleikarum, Andy Murray, verður Australian Open nokk seinastu ferð hann veðrur at síggja á tennisvøllinum.
Á tíðindafundi í Melbourne áðrenn kappingina sigur 31 ára gamli Andy Murray, at pínan eftir einari skurðviðgerð á mjødnina er so stór, at hann neyvan megnar at halda fram við yrkisleiðini.
Skotin, sum hevur verið nummar eitt í heiminum, sigur, at hann hevði ætla sær at bíta pínuna í seg fram til ársins Wimbledon kapping, men at hann ivast í at hann fer at klára tað.
Andy Murray hevur fimm ferðir verið í Australian Open finaluni, men hevur tapt allar ferðirnar. Fýra av finalunum hava verið móti serbanum Novak Djokovic, meðan tann eina var móti Roger Federer úr Sveis.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald