Fótbóltur

Anna Brændstrup spælir um at koma upp í bestu portugisisku deildini

Føroyski landsliðsspælarin skoraði málið í fyrra play-off dystinum. Gil Vicente spælir avgerandi dystin um uppflyting sunnudagin.

Hetta er fyrsta kappingarárið hjá Annu Brændstrup í Gli Vicente, og tað endar við uppflyting, um liðið vinnur heimadystin, sum byrjar sunnudagin á middegi (Mynd: Gil Vicente)

Hetta er fyrsta kappingarárið hjá Annu Brændstrup í Gli Vicente, og tað endar við uppflyting, um liðið vinnur heimadystin, sum byrjar sunnudagin á middegi (Mynd: Gil Vicente)

2026-05-29 13:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

18. apríl skoraði hon sum innskiftari sigursmálið á Tórsvølli, tá Føroyar vunnu sær trý stig móti Georgia í HM-undankappingini.

Í næstu viku fer Anna Carolina Brændstrup aftur við landsliðnum, sum skal spæla í Georgia, men áðrenn tað skal framfýsni miðvallarin royna at flyta upp í bestu deildina í Portugal.

[object Object]

[object Object]

[object Object]
Stórur fagnaður á Tórsvølli eftir at Anna Carolina Brændstrup hevur beint bóltin í georgiska málið seint í dystinum. Liðini hittast aftur um eina viku (Mynd: Sverri Egholm)

Og 20-ára gamli landsliðsspælarin skoraði málið í fyrra røkkstøkkdystinum (play-off), sum var á útivølli móti Rio Ave. Hon vísti kaldleika í brotsteignum.Dysturin endaði 1-1, so talan var um mál, ið kann verða ógvuliga týðandi

Hetta er fyrsta kappingarárið hjá Annu í Gil Vicente, og tað endar við uppflyting, um liðið vinnur heimadystin, sum byrjar sunnudagin á middegi.

Anna Brændstrup er fødd og uppvaksin í Danmark, har hon millum annað hevur spælt fyri HB Køge. Hon hevur føroyska mammu og hevur verið á føroyskum U-landsliðum og A-landsiðnum seinastu árini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder