Føroyska landsliðsmálverjin, 22 ára gamla Annika Fríðheim Petersen, var í kvøld kunngjørd sum nýggjur leikari hjá Nykøbing Falster Håndbold. Eitt felag sum liggur ovarligar í fremstu donsku deildini.
Fyrrverandi H71-málverjin hevur annars spælt við íslendska flagnum Haukar seinasta kappingár, og hevur gjørt tað gott. Annika Fríðheim Petersen hevur verið millum bestu málverjarnar í Íslandi í ár.
Annika Fríðheim Petersen kunngjørd í felagnum í dag (Mynd: NFH)
Gongst eftir ætlan, verður hoyvíkingurin við í hópinum til næsta dyst hjá Nykøbing Falster, tá liðið mikudagin á heimavølli tekur ímóti Viborg.
Annika Fríðheim Petersen í H71-málinum fyri nøkrum árum síðani (Mynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald