placeholder
Fótbóltur

Ansy Sevdal var best í summar

NSÍ liðskiparin varð heiðrað sum besti spælari í juni/juli undan dystinum móti EBS/Skála í dag.

(Mynd: Bjarni Enghamar)

(Mynd: Bjarni Enghamar)

2022-08-21 16:33 Author image
Sverri Egholm
placeholder

FSF: Tað var stórur spenningur í kappingini um at finna besta leikara í juni og juli í Betri deildini hjá kvinnum, men tá avtornaði var tað Ansy Sevdal Jakobsen, ið stóð eftir við heiðrinum.

Heiðurin sum besti spælari hjá kvinnum og monnum verður hvønn mánað latin í samstarvi millum FSF, EFFO og Betri. Tað eru venjarar og miðlafólk, sum fylgja bestu kvinnudeildini, sum hvønn mánað atkvøða um besta leikara, og aftur hesaferð gjørdist tað sera spennandi.

Av tí at summarsteðgur hevur verið og tað ikki hava verið so nógvir dystir, so fer heiðurin hesaferð til besta leikaran í juni og juli. Tá avtornaði, var tað Ansy Sevdal Jakobsen úr NSÍ, sum í tættari kapping við Livyan Silva úr B36 og Biritu Ryan úr KÍ fór avstað við heiðrinum.

Í samrøðu við FSF fortelur Ansy, at hon er bergtikin av heiðrinum, og at tað ikki er nakað, hon hevði væntað frammanundan.

– Vit í NSÍ eru í einum góðum stima í løtuni, og eg kundi peika á fleiri leikarar, ið eg haldi kundu farið avstað við heiðrinum. Bæði leikarar hjá okkum og frá øðrum feløgum. Hetta er ordiliga stuttligt, og tað merkir sjálvandi nógv fyri meg. Eg royni altíð at arbeiða hart og at blíva betri, so hetta er ein stuttlig viðurkenning at fáa, sigur miðvallarin.

Umframt heiðurin, so fær Ansy eisini eina glasstandmynd, sum er latin av Betri, og eitt gávubræv á 1.500kr frá EFFO, sum bleiv handað til dystin í dag ímillum NSÍ og EBS/Skála. Tað var Anja Rein, starvsnevndarlimur í FSF sum stóð fyri handanini. Dysturin ímillum NSÍ og EBS/Skála endaði við 5-1 sigri til NSÍ, sum nú hevur togað seg upp á 2. plássið í Betri deildini hjá kvinnum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder