Tað verða verandi evropameistararnir og verandi heimsmeistararnir, sum sunnukvøldið bresta saman í New Jersey. Hetta heldur enn at HM-finalan 2026 gjørdist ein endurtøka av EM-finaluni í 2024.
Ongland kom annars betri út eftir steðgin og legði seg á odda við góðum máli í 55. minutti. Morgan Rodgers við ógvuliga beinraknum innleggi úr høgru, og Anthony Gordon rann púra rætt. Vinstri vongurin setti fótin á og við fyrsta málið hansara, sendi Gordon Ongland nær fyrstu HM-finalu landsins í 60 ár.
So væl spældi klaverið tó ikki hjá Thomas Tuchel og hansara monnum, hóast leiðslan helt í ein hálvan tíma. Tí Lionel Messi og teir, sum høvdu skapt millum lítið og einki frameftir fyrsta lítla tíman, fóru til verka.
Seinni hálvleikurin var kanska tann besti hjá Messi higartil í HM, og Argentina var áganangi og søkti at Onglandi. Roynt var at skifta til tríggjar miðverjar og ymiskt annað, men onglendingar gjørdust ov afturhaldnir og hóttu als ikki hinvegin.
Eina løtu sá tað bara út til at vera ein spurningur um tíð, og soleiðis varð. Jordan Pickford hevði havt 2-3 góðar bjargingar, men hann rakk ikki eftir skotinum hjá Enzo Fernandez í 85. minutti.
1-1, og tað luktaði av longdari leiktíð. Men Argentina vildi avgerða alt beinanvegin í Atlanta.
Teir blákløddu høvdu eisini viðrák og villar áskoðarar í rygginum. Teir eirdu ikki onglendingar, ið tyktust ráðaleysir á og uttanfyri vøllin, og nærum beint eftir at Alexis MacAllister rakti stongina, sendi Lionel Messi bóltin framúr væl innfyri úr høgru. Við aftaru stong dekkaði eingin Lautaro Martinez, og innskifti Inter Milan-áleparin takkaði fyri: Hann stútaði bóltin í netið og sendi Argentina í aðru HM-finaluna á rað.
![]()
Mynd: Buda Mendes/AFP/Ritzau Scanpix
Mynd:Brett Davis/Reuters/Ritzau Scanpix
Argentina var í finalunum í 1986 og 1990. Tá við Diego Maradona, sum hóast lágur á vøkstri, greitt var stóri spælarin. Soleiðis er eisini við Lionel Messi. 39-ára gamli gandakallurin tykist bert gerat betri í HM-høpi við aldrinum, og Argentina hevur eitt greitt rák at skora mál seint í dystunum: Allir røkkstøkk-dystirnir avgjørdir í yvirtíð ella longdari leiktíð. Ein øðiligur vilji býr í argentinska liðnum, sum nú gjørdi tað móti arvafíggindanum úr Evropa.
Sunnudagin kunnu Lionel Messi og trúføstu liðfelgarnir gera tað, sum Maradona og teir ikki megnaðu: At vinna tvey HM á rað. Neyðugt verður at basa sterku spaniólunum sunnukvøldið. Og í Onglandi? Har er sjálvrannskanin byrjað, nú tað "heldur ikki kom heim hesaferð". Ikki óvæntað peikað mong á týska venjaranum. Staðfestast má eisini, at taktisku leikirnir vóru betri telvaðir hjá Lionel Scaloni enn hjá Thomas Tuchel. Men kanska Argentina eisini bara hevur ymiskt serstakt, sum Ongland ikki hevur.
-------------------------------------------
HM-hálvfinalur
Mikudagin 15. juli, Atlanta (Georgia)
Ongland - Argentina 1-2 (0-0
55' Anthony Gordon 1-0
85' Enzo Fernandez 1-1
90 (+2)' Lautaro Martinez 2-1
Í gjár, týsdagin 14. juli, Arlington (Texas)
Frakland - Spania 0-2
22' Mikel Oyarzabal, br. 0-1
58' Pedro Porro
Sí eisini: Spania syfti aftur Frakland í einari hálvfinalu
Bronsudystir og Finala á skránni ávikavist leygarkvøldið 18. juli (kl. 22) og 19. juli (kl. 20)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald