Lille, Frakland (Portalurin): - Hetta hevur verið ein góð byrjan hjá mær í KÍ, og hetta er spennandi at koma við til.
Tað sigur Ari í Haraldsstovu Petersen við Portalin í kvøld. 21-ára gamli sørvingurin gjørdi sáttmála við KÍ stutt eftir kappingarenda og eftir nógv góð avrik við barndómsfelagnum, 07 Vestur.
Hann heldur, at talan er um rætta stigið upp, hóast tað millum annað verður talan um harða kapping í KÍ. Útlandið er ov tíðliga, metir Ari, ið er svangur eftir at flyta seg, venja undir Geza Turi og at vera veruliga til reiðar at kappast um plássið í 2024.
Ari í Haraldsstovu Petersen var framvegis 07 Vestur-spælari, tá bólkaspælið byrjaði. Hann er harvið ikki skrásettur til Conference League, og noyðist at sita á áskoðaraplássunum. Talan verður um ein verjudyst hjá KÍ, staðfestir Ari.
UEFA Europa Conference League, bólkur A
Hósdagin 14.12
20.00:
LOSC Lille - KÍ
Slovan Bratislava - Olimpija Ljubljana
Støðan í bólkinum undan síðsta umfari
1. LOSC Lille 11 stig
2. Slovan Bratislava 10 stig
----------------------------
3. KÍ 4 stig
4. Olimpija Ljubljana 3 stig
Tvey tey ovastu liðini eru komin víðari
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald