- Vit kenna hann sum 07Vestur og U21 málverja - nú er Ari í Haldsstovu Petersen bláur. Tað er við gleði, at vit kunngera, at Ari hevur gjørt sáttmala við felagið í 2024, 2025 og 2026.
Soleiðis skrivaði Klaksvíkar Ítróttafelag á Facebook-síðu sínari fyri løtu síðani.
Ari Petersen breyt ígjøgnum á besta liðnum hjá barndómsfelagnum í fjør og hevur í ár spælt allar dystirnar. - eisini á U21-landsliðnum. Sum heild hevur 20-ára gamli sørvingurin staðið seg væl og havt eina sterka útstráling í sínum málmansspæli. Tað hevur fangað áhugan hjá fleiri feløgunum.
Tað hevur ljóðað í eina tí, at KÍ var eftir málverjanum, og so var. Tað er óvist um sviin Nils Jonathan Johansson og serliga norðmaðurin Markus Pettersen halda fram, og evnaríki U21-landsliðsmálverjin verður sæð sum ein framtíðarmøguleiki.
Ari í Haraldsstovu Petersen hevur verið týðandi partur av menningini hjá 07 Vestur (Mynd: Sverri Egholm)
Partarnir hava gjørt ein trý-ára sáttmála. KÍ skrivar eisini, at Ari longu er byrjaður at venja við hópinum. Hann hevur tó ikki loyvi at spæla fyri KÍ í Conference League-bólkaspælinum, tí hann ikki var skrásettur, áðrenn tað byrjaði.
KÍ fer helst at kunngera fleiri spælarar skjótt. Ari í Haraldsstovu Petersen spældi 55 dystir fyri fremsta liðið hjá 07 Vestur, sum mest sannlíkt eisini missir donsku verjuspælararnar Daniel Obbekjær og Mathias Voss. Marius Kryger Lindh kemur tó møguliga til felagið sum ein av styrkunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald