Fótbóltur

Ári Mohr Jónsson stóra steypahetjan

Varð skiftur inn, javnaði til 2-2 í 84. minutti og skoraði avgerandi skotið í brotsparkskappingini á dramatiska kvøldinum á Tòrsvølli. B36-árið varð eitt stórt vónbrot.

Ári Mohr Jónsson og allir HB'arar fegnast eftir útjavnandi málið í 84. minutti. Hann gjørdist púra avgerandi fyri barndómsfelagið í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)

Ári Mohr Jónsson og allir HB'arar fegnast eftir útjavnandi málið í 84. minutti. Hann gjørdist púra avgerandi fyri barndómsfelagið í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)

2024-11-02 22:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

HB byrjaði kvøldið við einum braki, tá Sammy Skytte prikaði bóltin í B36-málið í 2. minutti eftir ótrygt verjuspæl.

Tað endaði eisini við einum ordans reyðum braki: HB'arnar kundu skjóta fýrverk og fegnast eftir tíggjunda brotssparki.

Hetta skoraði Ári Mohr Jónsson, sum eisini var maðurin, sum í 84. minutti javnaði til 2-2 við góðum máli. 

[object Object]
HB-fjepparnir gjørdu sítt í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)

Eitt flott frísparksmál hjá Jann Benjaminsen og eitt heldur heppið Hannes Agnarsson langskot tíðliga í 2. hálvleiki høvdu annars sent B36 á sigurskós.

Liðið hjá Magna Hoseth var eisini omaná, til beint yvir 70 minuttir vóru spældir. Síðani tók HB fullkomilga yvir: Góðar innskiftingar, nógv yvirskot og HB kundi avgjørt tað áðrenn 120. minutt.

Í brotssparkskappingini bjargaði Silas Eyðsteinsson skotinum hjá Leivi Fossdal Guttesen, men síðani svaraði Teitur Matras Gestsson aftur.

Jelle van der Heyden skeyt uppum við næsta skotinum hjá B36, fyrimunurin lá til HB aftur, og tá Ári Mohr Jónsson kundi avgerða fyri barndómsfelagið við einum brotssparki, gjørdi hann tað púra trygt.

Steyagull nummar 30 hjá HB-monnunum, 1,5 milliónir eyka, beinleiðis í 2. umfar í Conference League og 2024 endaði væl.

Soleiðis var ikki hjá B36: 5. pláss, einki evropeiskt pláss - ella evropeiskur peningur - og nógv skal broytast til næsta ár í B36. 

[object Object]

Støðan eftir vanliga leiktíð

Brotssparkskapping: 4-3 til HB (samanlagt 6-5)

Brotssparkskappingin sá soleiðis út:

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder