Hann hevur seinastu árini sligið sítt navn fast í føroyska fótbóltsheiminum. Hóast sín unga aldur hevur Ari Olsen spælt 109 dystir í Betrideildini, og sambært bolt.fo stóð høgri bakkurin í farna kappingarárið fyri heili 10 uppleggum.
Á Skála verða stórar broytingar komandi ár. Í vikuni eftir at kappingarárið 2019 endaði, gjørdist greitt at Eyðun Klakstein skal standa á odda fyri Víkingi komandi tvey árini, og at Jákup Johansen fylgir við klaksvíkinginum úr Skála til Víking.
Nú er váttað, at ein annar strandingur skiftir barndómsfelagið út við liðið úr Eysturkomunu. Áhugi hevur verið fyri Ara Olsen í nøkrum av stóru feløgunum seinastu árini, og nú hevur hann valt at skifta til Víking.
- Eg valdi at skifta tí at eg gjarna vildi prøva okkurt nýtt. Og tá Víkingur setti seg í samband við meg hugsaði eg, at tað ljóðaði spennandi. Nú kenni eg eisini Eyðun væl, og mær dámar væl mátan hann spælir fótbólt uppá, so tí valdi eg Víking.
Les eisini Ari tekur støð eftir U21-landsdystin
Hetta sigur Ari Olsen í viðmerking við Portalin, nú flytingin er komin uppá pláss. Í vaksnamannafótbólti hevur Ari bert umboðað Skála. Men í ungdómsdeildini umboðaði hann júst Viking í eina tíð.
Í gjárkvøldið váttaði Dion Splidt fyri bolt.fo, at hann ikki heldur fram í Víkingi. Liðið, ið er endað á 5. plássi seinastu tvey árini, leitar framvegis eftir meira styrki, og millum annað er Lukasz Cieslewicz settur í samband við Víking.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald