Fótbóltur

Ari tekur støðu eftir U21-landsdystin

- Eg havi fleiri møguleikar til komandi ár og fari at taka eina avgerð, tá eg havi fingið steðg frá fótbóltinum. Hetta sigur Ari Olsen við Portalin um framtíð sína.

Áhugi er fyri Ara Olsen í fleiri føroyskum feløgum - hann tekur avgerð eftir U21-landsdystin 19. november (Mynd: Sverri Egholm)

Áhugi er fyri Ara Olsen í fleiri føroyskum feløgum - hann tekur avgerð eftir U21-landsdystin 19. november (Mynd: Sverri Egholm)

2019-10-31 13:31 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ein av mest eyðsýndu ungu leikarunum í føroyskum fótbólti seinastu árini hevur verið høgri bakkurin hjá Skála, Ari Olsen. Tað er serliga við sínum álopskendu eginleikum, at strandingurin hevur gjørt vart við seg, og sambært bolt.fo legði Ari upp til 10 mál í ár – harvið er hann nummar fimm á listanum í Betrideildini.

21-ára gamli høgri bakkurin á U21-landsliðnum royndarvandi í summar við U23-liðnum (eykaliðnum) hjá Wolverhampton, og áhugi hevur verið og er fyri Ari í øðrum føroyskum feløgum. Avgerðin um framtíðina verður tó ikki tikin fyrrenn væl inn í komandi mánað:

- Eg ikki havi tikið avgerð enn um komandi ár, og at eg nokk ikki takið støðu fyrr enn eg havi fingið pausu frá fótbóltinum. Nú er fyrireiking til U21 landsdyst á skránni, og aftaná dystin móti Norðurmakedónia er leiktur, fari eg at hyggja eftir teimum tilboðunum, ið eg havi fingið og síðan taki eg eina avgerð.

Les eisini: Karstin spælir ikki fyrstu mánaðirnar komandi ár
                 Ronni heldur allarhelst fram í føroyskum fótbólti

Føroyska U21-landsliðið spælir á Tòrsvølli 19. august. Einaferð eftir hetta verður harvið greitt, hvar Ari Olsen spælir komandi ár. Hann hevur so at altíð spælt fyri barndómsfelagið Skála, men nú standa fleiri møguleikar í Føroyum honum í boði:  

- Eg havi fleiri møguleikar, og eg fari ikki at útilukkað nakað felag enn. Eg fari sum sagt at hugsað meira um tað, tá fótbóltsárið 2019 er heilt liðugt fyri mítt viðkomandi.

Ari spældi allar 27 dystirnar í Betrideildini í ár, og hevur longu spælt yvir 100 dystir í fremstu føroysku deildini

Hagtøl: bolt.fo og FaroeSoccer

Les eisini: Bjarki heldur fram á Argjum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder