Í 2018 og 2019 hevur ungi málverjin av Glyvrum/Saltangará gjørt vart við seg hinumegin fjørðin, har Karstin Hansen hevur verið leigaður úr barndómsfelagnum.
Hann var fastur á U21-landsliðnum størsta partin av seinastu undankapping og var við sum triði málverji til fyrstu fýra EM-undankappingardystirnar hjá A-landsliðnum í ár.
Karstin, her til landsliðsvenjing á Malta (Mynd: Sverri Egholm)
Karstin Hansen hevur sáttmála við NSÍ fyri 2020, men 22-ára gamli málverjin skal fram til mai hugsavna seg um útbúgvingina sum múrari:
- Eg skal til Hjørring í januar í samband við útbúgvingina. Skeiðið tekur 20 vikur, og har komi eg sjálvandi fyrst og fremst at hugsa um útbúgvingina.
Karstin skal so royna at halda í gongd norðaliga í Jútlandi:
- Eg hopi at finna okkurt felag i Danmark, sum eg kann halda meg i fótbóltsform í, meðan eg eri niðri. Eg havi ikki funnið nakað ítøkiligt enn, men eg komi so aftur til Føroyar og NSÍ at spæla seinast í mai.
22-ára gamli Karstin Hansen spældi allar 27 dystirnar í Betrideildini í ár. Samanlagt hevur málverjin spælt 61 dystir í fremstu røð í Føroyum.
Fótbóltur
Karstin spælir ikki fyrstu mánaðirnar komandi ár
Málverjin á Skála seinastu tvey árini skal til Danmarkar í útbúgvingarørindum í januar. Hann hevur sáttmála við NSÍ fyri 2020.
Karstin, her í dysti fyri Skála við Løkin (Mynd: Sverri Egholm)
2019-10-30 11:44
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald