Fótbóltur

Arnbjørn Hansen nú triðmest skorandi leikarin

Arnbjørn Hansen í EB/Streymi skoraði í gjár sítt mál nummar 148 og 149 í fremstu deildini.

Savnsmynd

Savnsmynd

2019-06-03 07:08 Author image
Ari av Rana
placeholder

Arnbjørn Hansen í EB/Streymi skoraði í gjár sítt mál nummar 148 og 149 í fremstu deildini. Við málunum fór hann fram um John Petersen sum triðmest skorandi leikarin í føroyskum fótbólti nakrantíð.

Á øðrum plássi er venjarin hjá B36, Jákup á Borg, við 153 málum. Spenningur er tí um Arnbjørn fer at klára at yvirhála hann.

Mest skorandi leikarin í fremstu deildini er Klæmint Andrasson Olsen úr NSÍ, ið hevur skorað 176 mál.

Top 5

1. Klæmint A. Olsen - 176 mál
2. Jákup á Borg - 153 mál
3. Arnbjørn Hansen - 149 mál
4. John Petersen - 147 mál
5. Fróði Benjaminsen - 144 mál

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder