2023-10-27 18:27
Arnbjørn Danielsen er settur sum høvuðsvenjari hjá Betri kvinnum hjá B36. Hesum boðar felagið frá í dag. Arnbjørn hevur A-venjaraprógv og hevur í fleiri førum verið knýttur at felagnum
- Arnbjørn er Toftamaður og er júst fyltur 50 ár. Hann hevur tikið venjaraleiðina í B36 og stóð sína A-útbúgving í 2022, tá sum høvuðsvenjari hjá D15. Hann hevur eisin eina stolta søgu sum leikari í felagnum og hevur vunnið tvey meistaraheiti.
Arnbjørn var millum annað í B36 sum spælari í 1997. Sum venjari hevur hann verið hjálparvenjari hjá besta mansliðnum í 2010, høvuðsvenjari hjá 1.deild í 2014 og hjálparvenjari í 2015.
Arnbjørn var millum annað í B36 sum spælari í 1997. Sum venjari hevur hann verið hjálparvenjari hjá besta mansliðnum í 2010, høvuðsvenjari hjá 1.deild í 2014 og hjálparvenjari í 2015.
- Aftaná nøkur ár at venja vaksin fór hann at venja árgangin hjá soninum. Hann hevur verið ein drúgvur barna- og ungdómsvenjari í felagnum.
Í ár hevur hann vant næstabesta mansliðið í HB, og tí gleðast vit serstakliga nógv um, at fáa Arnbjørn nú kemur heimaftur, skrivar B36.
Arnbjørn Danielsen hevur skrivað undir tvey-ára sáttmála við B36. Hann byrjar formliga í starvinum 1. november, men er hann longu farin til verka at byggja víðari á tað arbeiðið, sum frammanundan er gjørt. Fyrireikingarnar til 2024 eru í fullari ferð - í ár endaði B36 á 4. plássi í Betrideildini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald