KÍ gjørdi tað aftur í gjár: Vann á útivølli móti meistaraliðið í leiklutinum sum greitt undirtippað og eftir 0-0 á heimavølli í fyrra dystinum. Harvið komu føroyameistararnir til 3. umfar í Champions League.
Árni Frederiksberg gjørdi tað aftur í gjár: Nummar sjey hjá KÍ skoraði tvey mál og legði upp til eitt, tá KÍ skoraði trý mál á útivølli. Harvið hevur 31-ára gamli vongurin úr Saltangará nú skorað fýra mál í samanlagt fimm Champions League-dystum.
Sí eisini: (Video): Árni Frederiksberg: Royna at skilja hvat júst er hent
Hann hevur skorað og skapt nógv seinasta mánaðan: Nummar sjey hjá KÍ (Mynd: Sverri Egholm)
Sum vit duga at síggja, so er tað bert føroyski toppskjúttin í evropeiskum kappingum, ið hevur fleiri í størstu kappingini. Talan er um Levi Hansson, sum í 2013 og 2014 skoraði seks ferðir í kappingini - trý fyri HB og trý fyri EB/Streym. Hetta var móti liðum úr Andorra og av Gibraltar. Levi skoraði eisini trý Europa League-mál og hevur heili níggju mál í 17 evropeiskum dystum.
Ein annar maður á topp-fimm listanum er Sølvi Vatnhamar. Eitt sermerkt við leirvíkinginum er, at hann hevur skotið fimm av sínum seks málum á útivølli. Hinir omanfyri hann samanlagt - Michal Przybylski, Klæmint Andrasson Olsen, Páll Andrasson Klettskarð og Levi Hansson hava skorað meginpartin av sínum málum í hesum høpi á heimavølli.
Skíggjamynd: Topp-fimm listin (bolt.fo)
Eingin annar spælari hevur skorað fimm evropeisk mál á útivølli fyri føroysk lið, og harvið er Árni Frederiksberg eftir málini seinastu vikurnar heilt ovarliga á listanum og nærkast topp-fimm samanlagt. Hann hevði ikki skorað í evropeiskari kapping undan dystunum móti Ferensvárosi og Häcken.
Talan hevur verið um ógvuliga sterk liðavrik, har KÍ uppiborið hevur vunnið samanlagt á svensku og ungarsku meistarunum, men eingin ivi er um, hvar størsti vandin er komin frá: Árni Frederiksberg hevur verið beinleiðis við í øllum málunum, umframt so at siga øllum heilt vandamiklu málmøguleikunum hjá KÍ í teimum fýra CHL-dystunum: Um tað so hevur verið við skørpum innleggum (m.a fríspørkum og hornaspørkum), flottum fríspælingum ella longum innkøstum.
Árni og nakrir av liðfeløgunum saman við konum teirra á Bravida Arena í gjárkvøldið
Eftir 1-0 málið: Árni Frederiksberg verður av røttum fagnaður (Myndir: Sverri Egholm)
Keldur: FaroeSoccer og bolt.fo
Sí eisini:
Allar myndirnar úr Göteborg
Skulu nú royna at basa norsku meistarunum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald