Víkingur selur nú enn ein av sínum egnu spælarum.
Talan er um 20-ára gamla gøtumannin Árna Nóa Atlason. Gitingar hava verið um tað, og Portalurin hevur nú fingið váttað, at U21-landsliðsspælarin skal til Vendsyssel.
Sambært okkara upplýsingum er talan um sølu, og hevur Árni Nóa Atlason skrivað undir trý-ára sáttmála við felagið í næstbestu donsku deildini.
Vendsyssel FF hevur funnið støðufesti aftur sum felag eftir niðurflyting, suðuramerikanskan eigara og niðurflyting. Fyri stuttum flutti felagið upp aftur í 1. Division. Hetta millum annað við strandinginum Ari Olsen, sum var í Víkingi í seks ár og millum annað vann FM saman við Árna í 2024. Áleyparin Emil Grønn Pedersen, við fortíð í 07 Vestur og HB, er eisini knýttur at Vendsyssel.
![]()
Ari Olsen er longu í Vendsyssel, og var fyrrverandi Skála- og Víkinga-bakkurin við at fáa felagið upp (Mynd: Sverri Egholm)
Síðsta partin av 2025 var gøtumaðurin í Egersunds, sum spælir í næstbestu norsku deildini. Talan var um leiguavtalu við møguleika fyri keypi, men Árni spældi ikki við besta liðnum og kom aftur til Víking í vetur.
Árni Nóa Atlason spælir í løtuni sín seinasta landskappingardyst fyri barndómsfelagið. Sum skilst verður orkuríki sentrali miðvallarin eisini við í seinnu steypahálvfinaluni hjá Víkingi móti HB hóskvøldið 25. juni, áðrenn leiðin gongur til Norðurjútlands.
![]()
Árni Nóa Atlason hevur seinastu árini spælt nógv á Víkinga-miðvøllinum (Mynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald