
Týsdagin skrivaði bolt.fo at tað er ein møguleiki fyri, at Víkingur fer at selja Árna Nóa Atlason til Egersund.
Portalurin hevur í dag fingið upplýst frá fleiri álítandi keldum, at avtalan er komin uppá pláss.
Sum skilst skal Árni í fyrstu syftu spæla í felagnum í næstbestu norsku deildini restina av 2025.
Árni Atlason hevur bitið seg fastan á besta liðið barndómsfelagsins og spældi nógv í FM-árinum í fjør.
Rennisterki miðvallarin er komin inn á U21-landsliðið og skal nú royna seg í nøkrum nýggjum. Sum skilst hevur Egersunds havt eyguni á Árna í eina tíð.
Hetta er triði spælarin Víkingur selur í ár - Geza David Turi og Poul Kallsberg eru eisini farnir.
Egersunds liggur á 7. plássi í næstbestu norsku deildini. Patrik Johannesen spældi við liðnum í 2022, og Magnus Powell hevur áður verið venjari har.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald