Fótbóltur

Árni og B36 hava longt samstarvið

B36 boðaði í gjárkvøldið frá, at 27-ára gamli miðvallarin eisini spælir í hvíta búnanum í 2020.

Árni Frederiksberg spælir eisini í B36 í 2020 (Mynd: Sverri Egholm)

Árni Frederiksberg spælir eisini í B36 í 2020 (Mynd: Sverri Egholm)

2019-08-17 09:22 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað var helst tað størsta skiftið í føroyskum fótbólti í vetur; Árni Frederiksberg skifti barndómsfelagið NSÍ út við B36.

Árni býr og arbeiðir í høvuðsstaðnum og hann hevur í ár skorað fimm mál í 17 dystum fyri B36 í Betrideildini. Kantleikarain við tí frálíka vinstra beininum hevur eisini spælt í øllum fýra EM-undankappingardystunum í 2019, og hann byrjaði inni ímóti Spania á Tórsvølli.

Nú er greitt, at Árni Frederiksberg verður verandi í B36. 27 ára gamli miðvallarin og B36 gjørdu í gjár ein nýggjan sáttmála, sum bindir partarnar saman fyri kappingarárið 2020.

Heimasíðan hjá B36 skrivar, at Árni er follin væl til í felagnum og partarnar fegnast um, at samstarvið heldur fram. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder