Annað

Aron Djurhuus Jacobsen heiðraður í Móttøkuhúsinum

Hjá tær hevur menningin verið stór og nógv er hent - fyri stuttum vann tú so sum fyrsti føroyingur nakrantíð “allround”-danmarksmeistaraheitið í amboðsfimleiki, segði Heðin Mortensen.

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Tórshavnar kommuna)

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Tórshavnar kommuna)

2021-07-22 20:19 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Torshavn.fo: Tað er siður í Tórshavnar kommunu at heiðra ítróttarfólkum, ið vinna Føroyum heiður og æru innan ymsar ítróttargreinar. Í dag var lítil móttøka fyri Aron Djurhuus Jacobsen, ið herfyri vann danmarksmeistaraheitið í amboðsfimleiki.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, greiddi frá, at fimleikur veruliga kom á skránna í Føroyum fyri meira enn 40 árum síðan. Tað var í 1980, tá Føroya Fimleikasamband varð stovnað av fimleikafeløgum kring landið.

Borgarstjórin var tá sjálvur komin í nevndina í ÍSF í 1979 - og varð valdur sum forseti í 1980, sama ár, sum fimleikurin fekk sítt sersamband. So hetta fylti nógv tá og hevur fylt nógv síðan.

- Fimleikur sum ítróttargrein menti seg skjótt. Og í 2015 vísti ein uppteljing hjá ÍSF, at meðan fótbóltur var størsta ítróttargrein í landinum sum heild, so var fimleikurin størsta ítróttargrein í Havn – t.v.s. tann ítróttargrein, ið hevði flest aktivar luttakarar.

- Eg kann til stuttleika eisini nevna, at sitandi ÍSF-forseti hevur sína fortíð í drúgvum arbeiði fyri Fimleikasambandið, so fimleikurin sum ítrótt er væl umboðaður. Og fimleikurin hevur eisini havt einastandandi góð úrslit, segði borgarstjórin.

Hann legði aftrat, at hann hevur fylgt Aron leingi. Mong minnast 14 ára gamla dreingin, sum fyri 8 árum síðan bar vatnið fyri Føroyar á Oyggjaleikunum á Bermuda, har Heðin Mortensen sum borgarstjóri fekk høvið at fylgja við.

- Vit vistu eisini fyri trimum árum síðan, at her var okkurt stórt á veg, tá føroysku miðlarnir vóru á gosi um, at tú dugdi okkurt, sum eingin annar dugdi. Tað var tá, føroyingar fingu at vita, hvat eitt Yamawaki-lop var fyri nakað.

- Síðan hava virðislønirnar verið nógvar. Hjá tær hevur menningin verið stór og nógv er hent - fyri stuttum vann tú so sum fyrsti føroyingur nakrantíð “allround”-danmarksmeistaraheitið í amboðsfimleiki.

- Hetta er heilt einastandandi, tí tá ert tú veruliga upp ímóti teimum bestu á økinum. Tú vart sjálvur triði til EM í amboðsfimleiki fyrr í ár saman við Astrið Nanly Breckmann og Rana Allanson Dalsgarð, tá trý av sjey umboðum í danska landsliðnum vóru føroyingar.

Aron hevði valt at bjóða sínum føroysku liðfeløgum við til móttøkuna – tí var tað eitt gott høvi hjá borgarstjóranum at takka teimum øllum fyri ein stóran felags innsats. Fleiri íðkarar hava vant og kappast við danska landsliðnum í ár. So góðu úrslitini hjá hesum ungu harrunum síggjast bæði her heima og í Danmark.

- Vit vita, at tú ikki bara seriøst venur fimleik á sera høgum støði, men at tú samstundis ert undir útbúgving í Danmark. Eisini tí eru úrslitini veruliga prísverdug, og sum tøkk fari eg at handa tær eina lítla viðurkenning frá Tórshavnar kommunu, og ynskja tær hjartaliga tillukku og blíðan byr frameftir, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, at enda, áðrenn hann handaði eina gávu frá Tòrshavnar kommunu.

Røður vórðu eisini hildnar av umboðum fyri Fimleikasambandið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder