Fótbóltur

Arsenal hevur nú aftur fimm stig niður til Manchester City

Tað endaði við einum tryggum sigri á heimavølli móti Everton í gjárkvøldið. Liverpool vann eisini, og helt málið reint fjórða Premier League-dystin á rað.

Bæði Ødegaard og Saka skoraðu fyri Arsenal í 4-0 sigrinum (Mynd: EPA)

Bæði Ødegaard og Saka skoraðu fyri Arsenal í 4-0 sigrinum (Mynd: EPA)

2023-03-02 09:43 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tveir útsettir Premier League-dystir vórðu spældir í gjárkvøldið. Talan var um tveir dystir frá 7. umfari, ið ikki vórðu spældir, orsakað av deyða Elizabeth drotningar í september í fjør. Talan gjørdist um favorittsigrar til heimaliðini.

Arsenal hevði leikligu yvirvágina frá byrjan, og fekk eitt slag av løn stutt fyri steðgin, tá heimaliðið skoraði tvær ferðir. Í 40. minutti legði Bukayo Saka Arsenal á odda við skoti uppundir nettakið - hansara tíggjunda máli í Premier League - og í yvirtíðini prikaði Saka bóltin ígjøgnum til Gabriel Martinelli, sum økti.

Everton er undir niðurflytingarstrikuni, og fekk ikki svarað aftur í seinna hálvleiki - ístaðin økti Ødegaard tjúgu minuttir fyri tíð til 3-0, og tíggju minuttir seinni skoraði Martinelli aftur.

Eftir at oddaliðið ikki vann tríggjar teir fyrstu dystirnar í februar, hevur liðið hjá Mikel Arteta nú vunnið tríggjar ferðir á rað og hevur 60 stig fyri 25 dystir. Harvið er Arsenal er fimm stig framman fyri Manchester City. 

[object Object]
Mikel Arteta kundi aftur í gjár fegnast um eitt gott avrik og triðja sigurin á rað - eins og í vikuskifitnum helt lið hansara málið reint (Mynd: EPA)

[object Object]
Van Dijk er aftur og merkist hetta á verjuspælinum í Premier League-dystunum. Í gjár skoraði hann eisini týðandi mál móti Wolves (Mynd: EPA)

Hóast nógva mótgongd í 2023 og ein stóran sekk á heimavølli móti Real Madrid í síðstu viku, nærkast Liverpool nú einum Champions League-plássi sjeynda kappingarárið á rað.

Liverpool tapti 3-0 fyri Wolves fyri beint undir einum mánaði síðani í einum hálvgum skelkandi avriki, men vann í gjárkvøldið 2-0 á júst Wolves. Tað merkir, at Klopp og hansara menn hava vunnið tríggjar útav teimum seinastu fýra dystunum 2-0, og hava ikki latið eitt mál inn í Premier League síðani keðiliga dagin á Molineux 4. februar.

Einki mál kom fyrstu 70 minuttirnar á Anfield í gjár, men so slóu stórspælarar til: Fyrst miðverjin Virgil Van Dijk og síðani Mohammed Salah - Liverpool hevði undan hesum fingið eitt mál bíliga kolldømt við VAR.

Liverpool hevur nú seks stig upp til Champions League-pláss, og hevur eisini ein dyst færri enn Tottenham, sum í løtuni er á fjórða plássi. Næsta uppgáva hjá Liverpool er á heimavølli móti Manchester United sunnudagin.

Premier League - útsettir dystir frá 7. umfari
Mikudagin 01.03

Arsenal - Everton 4-0 (2-0)
Liverpool - Wolves 2-0 (0-0)

Støðan í oddinum: 
1. Arsenal 60 stig (25 dystir)
2. Manchester City 55 stig (25 dystir)
3. Manchester United 49 stig (24 dystir)
4. Tottenham 45 stig (25 dystir)
5. Newcastle 41 stig (23 dystir)
6. Liverpool 39 stig (24 dystir)
7. Fulham 39 stig (25 dystir)

Sí alla støðuna her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder