Fótbóltur

Arsenal keypir brasilskan áleypara

Gabriel Martini eitur nýggjasta innkeypið hjá London-felagnum.

(Mynd: arsenal.com)

(Mynd: arsenal.com)

2019-07-03 07:44 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Enska Premier League-felagið Arsenal, kundi í gjár kunngera fyrsta keypið av nýggjum spælara í hesum flytingarglugganum.

Talan er um ein 18 ára gamlan brasilskan áleypara, Gabriel Martinelli, sum nú kemur til London-felagið.

Arsenal upplýsir, at felagið hevur skrivað langtíðarsáttmála við unga brasilska áleyparan, sum kemur frá felagnum Ituano Futebol Clube í Sao Paulo.

Gabriel Martinelli spældi sín fyrsta dyst á besta liðnum hjá Itano longu sum 16 ára gamal í november 2017. Síðan hevur hann skorað 10 mál í 34 dystum.

Herfyri varð Martinellin úttikin til brasilska landsliðshópin í sambandi við venjingarnar upp til suðuramerikansku meistarakappingina, Copa Amerika, sum verður spæld í hesum døgum.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder