Fótbóltur

Arsenal koppaði Liverpool - Ronaldo skoraði mál nummar 700

Oddaliðið heldur fram at vísa styrki, og Liverpool er langt frá oddinum. Hetta er staðfest eftir undirhaldandi 3-2 dystin á Emirates í dag. Cristiano Ronaldo kom inn og avgjørdi fyri United móti Everton.

Teir í reyðum kundu fegnast á Emirates í dag. Arsenal er framvegis oddalið í Premier League

Teir í reyðum kundu fegnast á Emirates í dag. Arsenal er framvegis oddalið í Premier League

2022-10-09 23:29 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Níggju út av tíggju dystum í 10. umfar í Premier League eru nú leiktir. Hóast talan er um 10. umfar, hava summi lið spælt níggju dystir og onnur bert átta - orsakað av drotning Elizabeth andaðist fyri einum mánaði síðani.

Í teimum báðum dystunum sum byrjaðu klokkan 14 vunnu London-feløg á heimavølli: Crystal Palace á Leeds og West Ham í grannauppgerð móti Fulham.

Trý stig vórðu eisin verandi í London, tá Liverpool vitjaði Arsenal. Heimaliðið kom á odda beinanvegin, tá væluupalgdi Gabriel Martinelli sló til. Darwin Nunez javnaði í 34. minutti, men Bukayo Saka skoraði til 2-1 í yvirtíðini í 1. hálvleiki, eftir heldur vánaligt Liverpool-verjuspæl og Martinelli var eisini blandaður uppí. 

Firmino skoraði til 2-2 tíðliga í 2. hálvleiki, og so bylgjaði dysturin aftur og fram. Arsenal var tó meira vandamikið og legði seg aftur á odda við brotssparki eitt korter fyri leiklok. Tað var Saka, ið umsetti til mál, eftir at Thiago feldi Garbiel Jesus. Hesaferð megnaði Liverpool ikki at svara aftur, og liðið hjá Klopp hevur 10 stig fyri átta dystir og er á 10. plássi. Arsenal er oddalið við 24 stigum fyri níggju dystir. 

Tað er bert Manchester United, ið hevur megnað at fingið stig móti liðnum hjá Arteta (3-1 sigur á Old Trafford). Júst United kom afturum í 5. minutti á Goodson Park í dag, tá fyrrverandi Arsenal-leikarin, Alex Iwobi, skoraði eitt gott langskot. Tíggju minuttir seinni var tað tó United, iðrevsaði Everton-mistak: Anthony Martial fann væl Anthony, og brasliumaðurin var ísakaldur, tá hann var einsamallur við Pickford: Mál nummar trý í trimum dystum hjá nýggjasta United leikaranum.

Martial fór út við skaða eftir hálvan tíma. Cristiano Ronaldo avloysti hann, og beint fyri hálvleik skoraði 37-ára gamli áleyparin trygt, eftir at Casemiro, ið hevði vunnið bóltin, sendi hann avstað. Casemiro gjørdist dagsins leikari í sínum fyrsta Premier League-dysti frá byrjan - við málinum kom Ronaldo upp á samanlagt 700mál í "felagsfótbólti". 144 av hesum eru komin sum United-leikari. Tey flestu eru annars skoraði í Real Madrid.

[object Object]Ronaldo byrjaði at skora mál fyri Manchester United í 00'unum (Mynd: EPA) 

Við sigrinum er United á 5. plássi væl við í stríðnum um Champions League-pláss, men Chelsea, ið vann í gjár er frammanfyri, og Tottenham og City - ið eisini fingu sigrar í gjár - bjóða Arsenal av í løtuni.

Í annaðkvøld verður síðsti dystur í umfarinum, tá Aston Villa og Nottingham Forrest, ið bæði hava vunnið Europa Cup fyri meistaralið, hittast.

Støðan í Premier League sæst her
Úrslit og dystir her


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder