Nú er klárt til hálvfinalurnar í tí minnu evropeisku kappingini hjá UEFA. Har er eitt steyp uppá spæl, og fyri Arsenal og Chelsea kann tað fáa eyka týdning, tí um tað ikki eydnast at spæla seg til Champions League gjøgnum Premier League, so er sigur í Europa League ein umvegur.
Í gjárkvøldið vóru seinnu fjórðingsfinalurnar leiktar. Chelsea og Arsenal høvdu bæði vunnu fyrru dystirnar, og í gjár vann Arsenal flottan sigur í Napoli við flottum frísparksmálið frá Alexandre Lacazette, og Chelsea skoraði fýra ferðir innan fyrsta hálva tíman á Stamford Brigde. Valencia gjørdi arbeiði liðugt ímóti hinum spanska liðnum í kappingini, meðan Frankfurt vendi uppgerðini móti Benfica.
Chelsea - Slavia Prag 4-3 (4-1) *5-3 samanlagt
Frankfurt - Benfica 2-0 (1-0) *4-4 samanlagt - Frankfurt víðari uppá útivallarmál
Napoli - Arsenal 0-1 (0-1) *0-3 samanlagt
Valencia - Villareal 2-0 (1-0) *5-1 samanlagt
Hálvfinalurnar verða leiktar 02.05 og 09.05. Arsenal og Chelsea eru favorittar at koma í finaluna.
Frankfurt - Chelsea
Arsenal - Valencia
Fótbóltur
Arsenal og Chelsea kunnu framvegis hittast i finaluni
Arsenal vann í Napoli, og Chelsea spældi málríkan heimadyst, tá seinnu kvartfinalurnar í Europa League vórðu leiktar í gjár.
Frísparksmálið frá Alexandre Lacazette gjørdi, at einki trýst kom á Arsenal í 2. hálvleiki í Suðuritalia (Mynd: EPA)
2019-04-19 10:03
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald