Fótbóltur

Arsenal økti um leiðsluna

Liðið hjá Arteta vendi 0-1 til 3-1 við einum frálíkum avriki í seinna hálvleiki í grannauppgerðini móti West Ham og hevur 40 stig eftir bert 15 dystir.

Mikel Arteta og Arsenal hava nú átta stig niður til Manchester City (Mynd: EPA)

Mikel Arteta og Arsenal hava nú átta stig niður til Manchester City (Mynd: EPA)

2022-12-26 22:35 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Arsenal helt fram, har slept varð undan HM-steðginum. Manchester City var stóri favoritturin undan kappingarbyrjan og væntað varð, at Liverpool helst hevði ein møguleika at fylgja við, men nú jólini júst eru farin framvið, er Arsenal rímiliga greitt oddalið - Newcastle er í løtuni á 2. plássi.

West Ham var á odda, tá steðgur var á Emirates í kvøld. Said Benrahma skoraði í 27. minutti við brotssparki. Í seinna hálvleiki vísti heimaliðið tó frálíkt spæl og skoraði tríggjar ferðir. Fyrst var tað Bukayo Saka, ið javnaði eftir upplegg frá vælupplagda Martin Ødegaard. Hetta var í 53. minutti, og fimm minuttir seinni legði Gabriel Martinelli Arsenal á odda.

Eftir hetta tyktiskt tað bert vera ein spurningur um, hvussu stórur munurin fór at verða, og miðskeiðis í hálvleikinum spældi Arsneal aftur skjótt og væl. Ødegaard fann Eddie Nketiah, og enski áleyparin - sum avloysti skadda Gabriel Jesus sum fremsti maður - vendi sær frálíka væl og sendi bóltin niður í longra málhornið. 

3-1 og harvið hevur liðið hjá Mikel Arteta 13 sigrar og 40 stig eftir bert 15 dystir. West Ham er eitt stig frá niðurflytingarstrikuni.

Premier League "17. umfar"
2. jóladag

Arsenal - West Ham 3-1 (0-1)


Aston Villa - Liverpool 1-3 (0-1)

Les eisini: Liverpool nærkast fjórða plássinum


Brentford - Tottenham 2-2 (1-0)

Les eisini: Tottenham fekk bjargað einum stigi móti Brentford


Crystal Palace - Fulham 0-3 (0-1)
Everton - Wolves 1-2 (1-1)
Leicester - Newcastle 0-3 (0-3)
Southampton - Brighton 1-3 (0-2)

Les eisini: Newcastle er á 2.plássi í løtuni


Í morgin, týsdagin 27.12
17.00: Chelsea - Bournemouth
20.00: Manchester United - Nottingham Forrest

Mikudagin 28.12
20.00: Leeds United - Manchester City


Støðan í Premier League sæst her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder