Seinasti dysturin í 19. umfari, og harvið fyrra helmingi av Premier League 2024/2025, er nú av. Merseyside-uppgerðin millum Everton og Liverpool 6. desember varð útsett vegna veður, og harvið vanta hesi liðini ein dyst - hava spælt 18.
Liverpool hevur harvið enn ein fyrimun í oddinum, men í gjár kom størsti avbjóðarin nærri. Arsenal kom tíðliga afturum á útivølli móti Brentford - uttan skadda Saka - men skoraði síðani trý mál og tryggjaði triðja sigurin á rað.
Tað vóru Gabriel Jesus, Mikel Merino og Gabriel Martinelli, sum skoraðu fyri liðið hjá Mikel Arteta - málini síggjast ovast her.
Liverpool vann heili 5-0 á West Ham í London 29. desember og stendur harvið í frálíkari støðu undan seinnu hálvu. Liðið hjá Arne Slot hevur 45 stig fyri 18 dystir og er seks stig frammanfyri Arsenal á 2. plássi. Arsenal hevur spælt ein dyst fleiri, og tað hevur Nottingham Forest (37 stig eisin). Chelsea er tíggju stig aftanfyri oddaliðið og eftir tveir dystir á rað uttan sigur ikki nøkur verulig hóttan longur.
Sí støðuna í Premier League her
Ferfaldu meistararnir úr Manchester City eru heili 14 stig aftanfyri Liverpool og hava eisini spælt ein dyst fleiri. Harvið bendir tað mesta á, at um tað skal gerast eitt veruligt meistarastríð í 2025, so skal tað standa millum Arsenal og Liverpool
20. umfar er á skránni um vikuskifti.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald