Fótbóltur

Arsenal skal aftur á sigurskós

Arsenal og Aston Villa seta hol á 24. umfar í Premier League klokkan 12.30. Liðið hjá Arteta hevur bert fingið eitt stig seinastu tríggjar dystirnar - týðandi dystur í Champions League-stríðnum verður í kvøld.

Arsenal tapti fyri City mikukvøldið og misti harvið oddasessin - nú skal Arteta finna nýggjar loysnir (Mynd: EPA)

Arsenal tapti fyri City mikukvøldið og misti harvið oddasessin - nú skal Arteta finna nýggjar loysnir (Mynd: EPA)

2023-02-18 11:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Oddastríðið í Premier League hevur tikið eina vend seinastu vikurnar, og mikukvøldið yvirhálaði Manchester City Arsenal við 1-3 sigri á Emirates. Hetta var triðji dysturin á rað í Premier League, har liðið hjá Mikel Arteta fór av vøllinum uttan at vinna - áðrenn tapið fyri Everton fyri tveimum vikum síðani hevði Arsenal vunnið 16 dystir, javnað tveir og tapt ein dyst í Premier League.

Hetta er fyrsta veruliga mótgongdin hjá London-felagnum hetta kappingarárið. Síðsta vikuskifti fekk Brentford javnleik á Emirates - nú skal Arsenal basa Aston Villa á útivølli og leggja seg á odda aftur í Premier League.

Hetta er tann fyrsti út av átta dystum, sum eru á skránni í dag. Klokkan 15 skal Manchester City millum annað í eldin, og so er botndystur millum Everton og Leeds, ið bæði hava sagt høvuðsvenjara upp fyri stuttum.

Liverpool vann mánakvøldið 2-0 í grannauppgerðini og sá sannførandi út fyri fyrstu ferð í ár. Liðið hjá Klopp spældi við nógvari orku, og skal í kvøld royna at yvirføra avrikið til lykladyst á St. James Park. Vinnur Liverpool har, er liðið av álvara inni í topp-fýra stríðnum. Í løtuni hevur Newcastle 4. plássi, og eru tað níggju stig niður til Liverpool, ið tó hevur spælt ein dyst færri.

Premier League 24. umfar
Í dag, leygardagin 18.02

12.30: Arsenal - Aston Villa

15.00: 
Brentford - Crystal Palace
Brighton - Fulham
Chelsea - Southampton
Everton - Leeds
Nottingham Forest - Manchester City
Wolves - Bournemouth

17.30: Newcastle - Liverpool

Í morgin, sunnudagin 19.02

14.00: Manchester United - Leicester

16.30: Tottenham - West Ham 

Støðan í Premier League sæst her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder