Fótbóltur

Nú er Manchester City oddalið

Liðið hjá Guardiola revsaði nøkur stór mistøk hjá Arsenal, ið tapti á heimavølli fyri fyrstu ferð í hesum kappingarárinum. Liðini eru í løtuni jøvn í stigum.

CIty sló til tríggjar ferðir í inntensa oddabrakinum í London í kvøld (Mynd: EPA)

CIty sló til tríggjar ferðir í inntensa oddabrakinum í London í kvøld (Mynd: EPA)

2023-02-15 21:51 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ein dystur var í Premier League í kvøld, og talan var um sannan oddadyst. Manchester City vitjaði oddaliðið Arsenal, ið teir í ljósabláum undan dystinum høvdu trý stig upp til. Hetta var ein útsettur dystur frá fyrst i september, tá drotning Elizabeth andaðist

Hóast Arsenal var oddalið og ósigrað á Emirates undan dystinum, so bendi annað á, at tað ikki fór at eydnast at basa City og harvið veruliga leggja sjógv millum seg og tvífaldu meistararnir. Arsenal hevði tapt ellivu Premier League-dystir á rað fyri móti City. Arteta hevði bert vunnið ein av sínum dystum móti gamla felagnum og lærimeistaranum, síðani hann tók við í 2019. Tað var FA Cup-hálvfinalan í 2020.

Soleiðis er framvegis, og tað hóast Arsenal var leikliga omaná í fyrra hálvleiki. Heimaliðið hevði bóltin væl meira, og fekk kroyst City - ið óvæntað hevði Bernardo Silva á vinstra bakki - í løtum. Málið kom eftir brotsspark nakrar minuttir fyri hálvleik: Ederson kom út ímóti Eddie Nketiah við nógvari ferð og rendi áleyparin umkoll, beint eftir at hann hevði skotið.

[object Object]
Erling Haaland átti seinasta orðið á Etihad í kvøld (Mynd: EPA)

Bukayo Saka var tryggur úr ellivu metrum, men hetta var "bert" eitt útjavnandi mál. Kevin de Bruyne hevði lagt City á odda í 24. minutti eftir vánaliga afturlegging frá Tomiyasu. Belgiski miðvallarin var komin ímillum og lyfti síðani bóltin uppum Aaron Ramsdale. Tað vóru júst persónlig mistøk - bóltar blakaðir burtur á egnari hálvu - ið kostaði Arsenal. 

Í 72. minutti var tað miðverjin Gabriel, ið fyrr í hálvleikinum hevði hálaða Haaland niður í brotsteignum, sum misti bóltin. Brotssparkið varð tó av ongum, tí norski áleyparin hevði verið rangstaddur beint áðrenn. Nú fekk hann bóltin í góðari støðu, spældi víðari til Gundogan, ið fenn Jack Grealish, og umvegis eitt Arsenal-bein fór bólturin framvið Ramsdale. Stórur fagnaður í City-leguni, og tað var tað eisini tíggju minuttir seinni, tá De Bruyne í brotsteignum fann Haaland, ið økti til 1-3. Mál nummar 26 hjá Erling Haaland í ár, og City er nú oddalið.

Arsneal spældi væl í løtum í 2. hálvleiki eisini, men hóast fleiri góðar støður so endaði tað oftast við, at at eitt City-bein kom fyri, ella at avgerandi alveringar bara ikki eydnaðust. Hetta var triðji Premier League-dystir á rað hjá Arsenal uttan sigur, og nú skal liðið hjá Arteta reisa seg og jagstra City. Tað er gamaní bert málúrttøka á muni, og Arsenal hevur spælt ein dyst færri. Meistararnir hava nú eisini lagnuna í sínari hond: Ovastu liðini við 52 stigum hvør hava ein dyst eftir móti hvørjum øðrum. Hann er á skránni 26. apríl.

Premier League
Mikudagin 15. februar, Emirates Stadium
Arsenal - Manchester City 1-3 (1-1)

Støðan í løtuni: 
1. Manchester City 51 stig (23 dystir)
2. Arsenal 51 stig 
(22 dystir)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder