Fótbóltur

Arsene Wenger í stjórastarv hjá Fifa

70 ára gamli fyrrverandi Arsenal-venjarin fær ábyrgdina av altjóða fótbóltsmenningini.

Arsene Wenger, t.h., saman við Fifa-aðalskrivaranum, Gianni Infantino (Mynd: EPA)

Arsene Wenger, t.h., saman við Fifa-aðalskrivaranum, Gianni Infantino (Mynd: EPA)

2019-11-13 19:54 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Altjóða fótbóltssamgongan, Fifa, hevur sett fraklendingin Arsene Wenger sum leiðara í deildini altjóða fótbóltsmenning í felagsskapinum.

70 ára gamli Wenger er annars settur í samband við týska stórfelagið Bayern München hesa seinastu tíðina, men tað verður av ongum, nú tíðindini um Fifa-starvið frættust í dag.

Wenger fær ábyrgdina av at menna fótbóltin. Hann fær eisini fleiri uppgávur av tekniskum slag, millum annað avgerðir, sum snúgva seg um fótbóltsreglarnar, skrivar Fifa.

Arsene Wenger fór frá sum venjari í enska stórfelagnum, Arsenal, síðsta summar eftir at hava røkt starvið í heili 22 ár.

Eftirmaður hansara í Arsenal, spanski Unai Emery, hevur ikki megnað at lyft Arsenal upp á støðið, sum Arsenal fyrr hevur havt undir Wenger, og eftir nakrar ósigrar í seinastuni verður roknað við, at Emery fer at gevast ella verður sagdur úr starvi nær tað skal vera. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder