Annað

Ársins ítróttaátak: Special Olympics-fótbóltsliðið

Special Olympic fótbóltsliðið hjá HB er ársins átak. Í oktober umboðaði liðið Føroyar í Special Olympics smálandakapping í Liktinstin.

Liðið var væl mannað í Norðurlandahúsinum í kvøld (Skíggjamynd)

Liðið var væl mannað í Norðurlandahúsinum í kvøld (Skíggjamynd)

2023-02-04 21:15 Author image
Sverri Egholm
placeholder

”Special Olympic fótbóltsliðið” – Havnar Bóltfelag er átak, har tað hvørja viku verður skipað venjing fyri vaksin við menningartarni.

Hetta átak var í kvøld heiðrað sum ÍtróttaÁTAKIÐ 2022 á ítróttafagnaðinum í Norðurlandahúsinum.

Í oktober umboðaði hetta liðið Føroyar í Special Olympics smálandakapping í Liktinstein. Dreingirnir avrikaðu sera væl og komu heim aftur sum vinnarar av B-bólkinum.

Umframt, at hetta var eitt avbera gott ítróttaligt avrik, so er talan eisini um eitt átak, sum á fyrimyndarligan hátt livir upp til treytirnar fyri at vera kosið ársins átak. Við tilboðnum um regluliga venjing fyri hesum málbólkinum, verður felagsskapurin styrktur og víðkaður, soleiðis, at vaksin við menningartarni eisini eru virkin partur av fótbóltsfamiljuni.

Tilboðið er skipað í samstarvi millum HB, Parasport Føroyar og FSF.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder