Hann kom til EB/Streym síðsta vetur úr barndómsfelagnum Víkingi og gjørdist beinanvegin fastur maður á høgra bakki.
Bergur Poulsen spældi eisini nakrar dystir á høgra vongi, og skjóti, sterki og ágrýtni leirvíkingurin skoraði fýra mál, umframt at hann legði upp til fleiri mál.
Nú er greitt, at ársins stjørnuskot í felagnum heldur fram. Bergur Jákupsson Poulsen og EB/Streymur hava gjørt sáttmála fyri 2024. Hesum boðar felagið frá á Facebook-síðu sínari:
- Bergur hevur havt eitt kanón kappingarár á høgra bakki. 4 mál og 6 upplegg í 27 dystum. Úttikin til U21 landsliðið og sum áður nevnt valdur til ársins stjørnuskot í felagnum 2023 Vit eru sera glað um at Bergur heldur fram og gleða okkum til 2024.
EB/Streymur endaði á 6. plássi í Betrideildini við 25 stigum. Liðið var ikki langt frá at spæla seg í steypafinaluna.
Tøl: FaroeSoccer og bolt.fo
Jógvan í Skorini, formaður í EB/Streymi, saman við Bergi Poulsen (Mynd: EB/Streymur)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald