Hondbóltur

Ársins venjarar í føroyskum ítrótti hittast í mansfinaluni leygarkvøldið

Hjalti Mohr Jacobsen og Djóni Gaard Joensen bresta tó longu saman í sending á FM1 klokkan 16 fríggjadagin.

Á sumri í fjør vunnu teir HM-bronsu saman í Katowice - stutt eftir inntensar FM-finalur millum lið teirra. Hetta vikuskifti standa teir aftur yvirav hvørjum øðrum við einum steypi uppá spæl (Mynd: Sverri Egholm)

Á sumri í fjør vunnu teir HM-bronsu saman í Katowice - stutt eftir inntensar FM-finalur millum lið teirra. Hetta vikuskifti standa teir aftur yvirav hvørjum øðrum við einum steypi uppá spæl (Mynd: Sverri Egholm)

2026-02-19 20:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sum venjaratoymið hava teir staðið á odda, tá ungdómslandslið hava bast londum sum Íslandi, Týsklandi, Slovenia, Svøríki og Fraklandi - tey bæði síðstnevndu tvær ferðir hvør.

Ævintýrið við 04- og 05-árgangunum endaði við søguligum bronsuheiðursmerki. Síðani hava teir ikki beinleiðis arbeitt saman, men sambandið millum Djóna Gaard Joensen og Hjalta Mohr Jacobsen er serstakt, og til ítróttafagnaðin herfyri vunnu teir heiðurin sum ársins ítróttavenjarar 2025.

Hoyr samrøðuna við Djóna Gaard Joensen og Hjalta Mohr Jacobsen, sum Portalurin gjørdi í Póllandi, beint eftir HM-bronsuna her: 

Tætta U21-venjarapartið: - Tað villasta og tann perfekti endin

[object Object]
[object Object]
Heiðraðir fyri HM-bragdið - tvær vikur seinni skulu teir standa yvirav hvørjum øðrum við síðulinjuna til steypafinalu við Tjarnir (Mynd: Sverri Egholm)

Sí eisini: Ársins venjarar: - Eg skal heim í song - Hjalti skal halda 40-ára føðingardag

Báðir hava vunnið FM og steypakappingina sum spælarar í ávikavist H71 og Kyndli. Í fjør stóðu teir sum venjarar yvirfyri hvørjum øðrum í dramatiskari FM-finalurøð.

Har vann liðið hjá Hjalta 3-2 í dystum. Harvið hava Djóni og H71 okkurt at løna aftur við Tjarnir leygarkvøldið.

Steypafinalan hjá monnum 2026 byrjar klokkan 20 leygarkvøldið 21. februar. Men áðenn H71 og Kyndil, og venjararnir, bresta saman har, vitja Djóni Gaard Joensen og Hjalti Mohr Jacobsen útvarpsstovuna hjá FM1. Hetta verður í morgin, fríggjadagin klokkan 16.

Lurta eftir upptakssendingini í morgin, har umboð frá kvinnuliðunum hjá Kyndli og VÍF eisini vitja. Hoyr FM1 her ella á vanligu frekvensunum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder