ÍtróttaVENJARIN: Hjalti Mohr Jacobsen & Djóni Gaard Joensen (U21-landsliðið í hondbólti
Nakrar vikur eftir FM-finalurnar móti hvørjum øðrum sum venjarar hjá ávikavist Kyndli og H71, leiddu teir Føroyar til eina søguliga bronsu í U21 HM-endaspælinum í Póllandi.
- Tað snýr seg um at fáa tað besta fram í spælarunum, og tað er millum annað við at fáa teir at trívast væl, søgdu venjarnirni báðir
Hini tilnevndu vóru: Sámal Jákup Djurhuus (Stjørnan) og Durita Knudsen Poulsen (Støkk)
------------------------------------------------------------
ÍtróttaSTJØRNUSKOTIÐ: U21-landsliðið í hondbólti
Ein HM-bronsa talar fyri seg.
- Eg veit ikki, um tað enn er gingið upp fyri okkum, hvat vit framdu í summar. Tað var ófatiligt. Men vit eru ógvuliga ernir, staðfesti Torstein Sivertsen, málverji.
Hini tilnevndu vóru: Pauli Joensen (Inniróður – Tindur) og Marin Danielsen (Amboðsfimleikur - Havnar Fimleikafelag)
Sí yvirlit yvir allar heiðrarnar her
-------------------------------------------------------------------------
Teir eru kappingarneytar í heimligu kappingini og prika javnan hvønn annan. Men samstarv teirra við 04- og 05-árgangunum hjá monnum rakk til eina HM-bronsu.
- Vit høvdu ein leist og koyrdi eftir honum. Tað er stuttligt at savnast aftur um minnini í kvøld, og tað var eisini rørandi.
Hetta staðfestir nú fyrrverandi U21-venjaratoymið - nú ársins venjarar í føroyskum ítrótti. Djóni Gaard Joensen og Hjalti Mohr Jacobsem vóru á til tveir heiðrar á rað, tí U21-hondbóltsmenninir gjørdust ársins stjørnuskot sum lið.
Hjalti Mohr Jacobsen stílar nú eftir HM-endaspælið við manslandsliðnum, har hann er hjálparvenjari. Hann setti orð á, hvat eydnast í føroyskum hondbólti í løtuni.
Til endans váttaði Djóni Gaard Joensen, at hann skuldi heim til Hoyvíkar at sova, tí H71 hevur dyst í morgin. - Hjalti skal hinvegin ikki hátíðarhalda sín 40-ára føðingardag í einum "H71-bili, so vit skulu avstað nú.
Hoyr samrøðuna við Ársins ÍtrottaVENJARAN (venjarARNAR) ovast
Hoyr samrøðuna við Djóna Gaard Joensen og Hjalta Mohr Jacobsen beint eftir HM-bronsuna her:
Tætta U21-venjarapartið: - Tað villasta og tann perfekti endin
![]()
Hjalti og Djóni - arm í arm við seinasta bríksl í HM-bronsudystinum. Nú eru teir kosnir ársins venjarar í føroyskum ítrótt; og liðið vann Ársins Stjørnuskot (Mynd: Sverri Egholm)
Sí eisini:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald