Fótbóltur

Asiatisku liðini droyma stórt

Japan, ið basti Týsklandi og Spania í bólkaspælinum, skal seinnapartin stríðast móti silvurvinnarunum frá 2018 - Son og Suðurkorea hava Brasil á skránni í kvøld.

Heung Min-Son er heilt stóra stjørnan hjá Suðurkorea, sum í kvøld hevur eina ógvuliga torføra uppgávu í áttandapartsfinaluni (Mynd: EPA)

Heung Min-Son er heilt stóra stjørnan hjá Suðurkorea, sum í kvøld hevur eina ógvuliga torføra uppgávu í áttandapartsfinaluni (Mynd: EPA)

2022-12-05 12:44 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í hesum HM-endaspælinum hava ein rúgvu av úrslitunum verið, ið hava tikið flest øll fótbóltsáhugaði á bóli. Hesi hava tó higartil "bert" verið í bólkaspælinum - í teimum fýra áttandapartsfinalunum, ið higartil hava verið, hava favorittarnir vunnið.

HM-áttandapartsfinalur higartil

Í gjár, sunnudag 4. desember

Frakland - Pólland 3-1 (1-0)
Ongland - Senegal 3-0 (2-0)


Les eisini: Ongland og Frakland vóru sannførandi

Leygardag 3. desember
Niðurlond
- USA 3-1
Argentina - Avstralia 2-1

Nú er helmingurin av áttandapartsfinalunum eftir, og spurningurin er, um rákið heldur fram.

Hetta vilja stóru asiatisku liðini, Suðurkorea og Japan, steðga í dag. Serliga Japan hevur á pappírinum ein góðan møguleika fyri hesum. Liðið hjá Hajime Moriyasu megnaði heilt óvæntað at koppa bæði Týsklandi og Spania í bólkaspælinum við at venda 0-1 til 2-1.

Í báðum førinum eydnaðist væl við innskiftingunum, og slíkt kann fáa týdning í dag. Kroatia hevur higartil spælt tveir málleysar javnleikir og tykist at mangla málskjúttar. Hetta er fjórðu ferð, at Japan er í einari HM-áttandapartsfinalu - Samurai Blue er tó ongantíð komið longur enn hetta.

[object Object]
Ritsu Doan gjørdist avgerandi, tá hann kom á vøllin móti Spania 

[object Object]
Suðurkoreanskur fagnaður eftir at víðari luttøkan var tryggjað á dramatiskan hátt (Myndir: EPA)

Suðurkorea kom heilt til hálvfinaluna, tá landið - saman við Japan - var vertur fyri HM í 2002. Tá vann Brasil HM fyri fimtu ferð í sínari søgu, og nú jagstrar stóra suðuramerikanska landið sítt sætta heimsmeistaraheiti, og Brasil er tann størsti favoritturin at lyfta steypið um 13 dagar.

Suðurkorea er tó ein forðing í kvøld, og við serliga Heung Min-Son er nakað at ansa eftir hjá vælskipaðu brasilumonnunum. Fyri Suðurkorea kann hetta gerast eitt uppaftur størri kvøld enn fríggjakvøldið, tá tað eydnaðist at basa Portugal. Portugisiski venjarin hjá Suðurkorea, Paulo Bento, hevur ilskast á, at lið sítt longu skal spæla í kvøld aftur. Tað var fyri undir trimum samdøgrum síðani, at Suðurkorea av álvara kýtti seg fyri at koma víðari úr bólkaspælinum.

Í dag, mánadagin 05.12: 
15.00: Japan - Kroatia 
19.00: Brasil - Suður Korea

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder