Fótbóltur

Áskoðararnir og útgangsstøðið kunnu hjálpa okkum nógv

Stórur áhugi fyri tíðindafundinum hjá KÍ við Magna Hoseth og Vegard Forren, ið eru aftur í Molde. - Heilt serstakt siga teir. - Eg fari ongan veg í ár, staðfesti venjarin.

Magne Hoseth (Mynd: Sverri Eghom)

Magne Hoseth (Mynd: Sverri Eghom)

2023-08-14 19:38 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Molde, Noreg (Portalurin) - Annar hevur flest mál í søguni hjá Molde og hin hevur flest meistarheitið fyri stóra norska felagið. Saman við norska hjálparvenjaranum hjá KÍ, Daniel Berg Hestad, hava teir spælt væl yvir 1.000 dystir fyri Molde.

Nú sótu teir her í miðlarúminum á Aker-leikvøllinum. Magne Hoseth og Vegard Forren. Norðmenninir viðurkendu, at hetta er ein heilt serlig kensla - nakað sum man ikki hevði ímyndað sær. Familjan fer at stuðla teimum og KÍ, staðfestu venjarin og miðverjin, og fegnaðust teir um stóra áhugan.

Um spurningin um størri venjarastarv, svaraði Magne Hoseth smílandi:

- Tummas (formaðurin. red) hevur einki at vera bangin fyri. Eg fari ongan veg, fyrrenn hetta ævintýrið er av.

[object Object]Magne Hoseth, høvuðsvenjari hjá KÍ, aftur í Molde (Mynd: Sverri Egholm)

Hann vil ikki hugsa um nakað annað enn næsta dyst, og Magne Hoseth veit, at KÍ skal vera á 100 prosent fyri at hava nakran møguleika í Molde.

Bæði hann og Vegard Forren viðurkenna fyrimunin við 2-1 sigrinum, sum teir hava við í viðførinum:

- Trýstið er avgjørt á Molde, og vit vita hvar okkara styrki er. Tað at vit hesa ferð eru á odda eftir fyrra dystin ger, at um vit koma afturum, so kunnu vit vera heilt róligir og gera tað sama, sigur Vegard Forren.

[object Object]Vegard Forren (Mynd: Sverri Egholm)

35-ára gamli miðverjin og Magne Hoseth eru eisini glaðir fyri stuðulin, ið teir fáa úr Føroyum og ymsastaðni frá í Noreg.

- Tað er fantastiskt, at tvey flogfør kundu fara, og tað kann geva nakað eyka. Eisini eru norðmenn, sum koma at stuðla okkum, sigur Hoseth.

Hann og Forren skulu royna at spæla seg víðari til play-off umfarið í Champions League á gamla heimavølli sínum í annaðkvøld. Dysturin byrjar klokkan 18 føroyska tíð. Kringvarpið vísir dystin.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder