Fótbóltur

Ásla: - Vónandi fáa vit tað til ein javnan dyst hesaferð

Hava spælt tveir dystir móti Montenegro, har tær hava havt stóra yvirvág. Skulu gera tað sum til heimadystin í fjør og gagnnýta teirra veikleikar, sigur føroyski liðskiparin undan dagsins dysti.

- Tað er alfa og omega at enda undankappingina væl, sigur Ásla Johannesen (Mynd: Hans Erik Danielsen)

- Tað er alfa og omega at enda undankappingina væl, sigur Ásla Johannesen (Mynd: Hans Erik Danielsen)

2024-07-12 13:16 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Klokkan 16.45 taka føroysku kvinnurnar móti Montenegro í EM-undankappingini. Hetta er fjórðu ferð seinastu tíggju mánaðirnar, at liðini hittast. 

Fyrr í ár vann Montenegro 5-1 á heimavølli, har Føroyar annars vóru betri við, enn úrslitið vísir. 1. desember í fjør gekk heilt galið, tá Føroyar taptu 9-0 í Podgoricia. Hetta var í Nations League - í fyrsta umfari í hesari kappingini endaði tað tó 0-1, tá liðini hittust á Tórsvølli.

- Hava spælt tveir dystir móti Montenegro, har tær hava havt stóra yvirvág - serliga í fjør - men spældu eisini ein dyst á Tórsvølli í fjør, har tað als ikki var so. Vónandi verður tað aftur ein javnur dystur hesaferð. Nú hava vit eisini heimavøll. Tað skal gera mun, eins og tað plagar.

[object Object]
Ásla Johannesen í dystinum móti Andorra síðst í mai. Tann dystin vunnu Føroyar 4-0 (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Soleiðis segði Ásla Johannesen, tá Portalurin fekk orðið á liðskiparan hjá Føroyum í sambandi við venjingina í gjár. Tá løgdu Ásla og hinar seinastu hond á verksligu fyrireikingarnar til dystin.

- Vit skulu revsa tær so nógv sum gjørligt og so høgt á vøllinum sum gjørligt. Presspælið verður avgjørt umráðandi. Mongenegro hevur eina bakketu, sum avgjørt er at tosa við, og tað skulu vit gagnnýta so nógv sum gjørligt við millum annað trýsti. Tær hava eisini nakrar sterkar inni sentralt, sum vit skulu "lukka av fyri".

[object Object]

[object Object]

Talan er um næstseinasta dystin í hesum undankappingarbólkinum, har fýra lið eru við. Føroyar eru eftir fýra umfør á 3. plássi við trimum stigum (sigur á Andorra á heimavøll) Dystur er í dag og síðani týsdagin í Andorra.

- Tað er alfa og omega fyri okkum at enda hesa kappingina væl. Skulu fara frá hesi kappingini á ein hátt, har vit kunnu hyggja hvørja aðra í eyguni og siga, at vit gjørdu alt, sum vit kundu. So tað er avgjørt umráðandi, og høvdu tað komu nøkur stig inn til okkum, so hevði tað verið deiligt, sigur 28-ára gamla Ásla Johannesen við Portalin.

Sí eisini: Birita Ryan Skulu enda væl (video)

Vit verða til staðar til dagsins dyst, sum Kringvarpið eisini vísir.

EM-undankapping, deild C - bólkur B
5. umfar á Tórsvølli 12.07
16.45: Føroyar - Montenegro

Støðan
1. Montenegro 10 stig
2. Grikkaland 10 stig
3. Føroyar 3 stig
4. Andorra 0 stig


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder