Føroyska manslandsliðið spælir í morgin annan dystin í Nations League-bólkinum - á útivølli móti lægst styrkismetta liðnum í bólkinum.
Hetta er triðju ferð seinastu smáu seks árini, at londini spæla her. Hinir báðir dystirnir eru endaðir 1-1. Fyri trimum árum síðani vann Moldova 1-0 í Føroyum.
Moldova hevur bert vunnið á trimum av fimm teimum vánaligastu londunum í Evropa, sambært UEFA-styrkislistanum, síðani Føroyar seinast vóru á skránni. Liðið hevur ikki vunnið síðani november 16 2024 (í Andorra), og 16 dystir eru spældir síðani.
Harvið er eingin ivi um, at Føroyar skulu hava stig burtur úr í morgin og ógvuliga gjarna trý stig.
Ein broyting verður í dystarhópinum, tí at Aron Benjaminsen er komin við til Moldova heldur enn at spæla fyri U21-landsliðið - og tað er ikki fyri at fáa eina lætta venjing og síðani at sita á áskoðaraplássinum.
Les eisini: Miðlarnir sleppa ikki at tosa við Aron Benjaminsen
Í byrjanaruppstillingini væntast fleiri broytingar. Allir vandu við í dag - her síggjast nakrar myndir frá Zimbru Stadion, har íbuðarbygningar seta sín dám á øki við leikvøllin miðskeiðis í moldoviska høvuðsstaðnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald