Fótbóltur

Ásla er nú AGF-leikari

Liðskiparin hjá Føroyum er flutt til Aarhus, har hon heldur fram at spæla í bestu deildini, og har hon skal verða ein styrkur.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2021-07-30 13:59 Author image
Agnar Prestá
placeholder

25-ára gamli vinstri bakkurin hevur síðani 2018 spælt fyri FC Nordsjælland. Har hevur Ásla Johannesen millum annað verið við til at flyta upp í bestu deildina. Hæddarpunktið í "projektinum" í Farum kom á sumri í fjør, tá Ásla og liðfelagirnir vunnu donsku steypakappingina og harvið brutu røðina hjá størstu feløgunum í donskum kvinnufótbólti - Brøndby og Fortuna Hjørring. 

Tað er júst Fortuna Hjørring, ið verður fyrsta veruliga uppgávan hjá Áslu í sínum nýggja felagi. Leygardagin 7. august tekur AGF móti Fortuna Hjørring á Ceres Park, og tað verður vónandi við Áslu á liðnum. Felagið skrivar íhvussu er á heimasíðu sínari, at føroyski landsliðsleikarin, sum fyrst og fremst er vinstri bakkur, er ein styrkur

- Vit fegnast um, at vit hava kunna fingið fatur á einum leikara sum Áslu Johannesen, ið hevur víst seg væl fram í deildini tey seinastu árini. Hon er ein hart arbeiðandi verjukendur leikari, við nøkrum dygdum, sum vit fara at fáa stóra gleði av í okkara stremban eftir at standa okkum væl í komandi kappingarári, sigur stjórin fyri AGF Kvindefodbold, Marie Greve.

Í Aarhus, har Ásla nú hevur verið í nakrar vikur, er tað Katrine S. Pedersen, ið stendur á odda. Talan er um eina ógvuliga roynda kvinnu. 44-ára gamli venjarin hevur seinastu seks árini verið hjálparvenjari á danska kvinnulandsliðnum og hevur sjálv spælt 210 landsdystir - hetta er met. Katrine S. Pedersen var yrkisleikari í Noreg, Svøríki, Onglandi og Australia.

Nú skal hon royna at menna Áslu Johannesen, ið við AGF TV sigur, at hon helt at projektið í felagnum tyktist lokkandi, og at hon at hon fegnast um at vera í felagnum. Hoyr samrøðuna á ein minutt ovast.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder