Fótbóltur

Ásla hevur longt við Piteå IF

Tekur eitt ár afturat í bestu svensku kvinnudeildini í fótbólti.

Ásla Johannesen í heimadysti í heyst móti Montenegro (Mynd: Sverri Egholm)

Ásla Johannesen í heimadysti í heyst móti Montenegro (Mynd: Sverri Egholm)

2023-11-22 17:38 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Liðskiparin á føroyska kvinnulandsliðnum í fótbólti, Ásla Johannesen, fer at spæla við Piteå IF í bestu fótbóltsdeildini í Svøríki í minst eitt ár afturat.

Piteå IF boðaði í gjár frá, at felagið hevur longt sáttmálan við føroyska vinstra bakkin í eitt ár afturat. Ásla Johannesen kom til Piteå úr AGF í Danmark við kappingarbyrjan í ár. Hon er skrásett fyri 25 dystir í bestu svensku deildini, Obos Damallsvenskan.

Við heimasíðuna hjá Piteå IF sigur Ásla í sambandi við longda sáttmálan:

- At koma til Piteå gjørdist tað rætta stigið fyri meg. Mín kensla var røtt, at svenska deildin er eitt fet upp í mun til ta donsku. Eg havi havt eina fantastiska tíð, síðan eg kom higar. Tað var lætt at fella inn á liðið, við venjaranum, felagnum og býnum.

- Eg havi betrað meg sum leikari og fingið spælitíð. Nú vil eg fegin halda fram við at mennast, bæði taktiskt og kropsliga og vónandi fáa enn meira leiktíð komandi kappingarár.

Piteå IF gjørdist nummar fýra í Damallsvenskan í ár.

Ásla Johannesen er skrásett fyri 45 dystir við A-landsliðnum. Hon verður tó ikki við í teimum báðum komandi dystunum hjá kvinnulandsliðnum. Føroysku kvinnurnar skulu í næstum spæla seinastu tveir dystirnar í Nations League á hesum sinni. Báðir eru á útivølli, 1. desember í Montenegro og 5. desember í Aserbadjan. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder