Farum BK/FC Nordsjælland fóru í gongd við kvinnufótbólt í 2017. Tað varð satsað nógv, og liðið flutti í fjør upp í næstbestu deildina. Umstøðurnar eru góðar, hópurin er góður, og frá byrjan av varð gjørt greitt, at liðið skuldi spæla í bestu deildini í 2020. Tað eydnaðist tó longu í ár at spæla seg í fremstu røð. Í gjár tryggjaði liðið av Norðursælandi sær uppflyting við at vinna 2-1 á heimavølli ímóti Næsby, ið harvið ikki flutti upp.
Javnleikur var annars nóg mikið hjá Áslu og liðfeløgunum, sum vunnu deildina. 23-ára gamli landsliðsleikarin er uppvaksin í Klaksvík men spældi frá 2013 til 2017 við B36 og AB. Tíðliga í 2018 gjørdi Ásla Johannesen sáttmála við Farum/FCN og var við í fyrstu uppflytingini. Tað var Lív Finnbogadóttir Arge eisini, og fyrrverandi HB-leikarin spældi eisini í Farum í fyrru hálvu av hesum kappingarárinum. Lív hevur í várhálvuni spælt í Sundby BK saman við m.ø Margunn Lindholm, ársins leikara í Betrideildini í fjør. Sundby spælir í næstbestu deildini.
Ásla Johannesen hevði eitt skot á yvirleggjaranum í dystinum í gjár, ið varð útsettur eina løtu orsakað av torusláttri í Farum. Leikarin við 20 A-landsdystum er fastur partur av liðinum, ið komandi ár skal vera ímillum tey bestu í Danmark. Ásla er ikki einasti føroyingur, sum flutti upp í gjár: 25-ára gamli Eli Nolsøe Leifsson er fysiskur venjari hjá besta kvinnuliðnum í Farum. Hann hevur eisini verið við til venjingar og túrar hjá U-landsliðum hjá FSF. Eli hevur spælt við HB á ungum árum sum málverji, og var sjálvur á landsliðum; hann er skrásettur fyri 11 U-landsdystir (U17 og U19)
Fótbóltur
Ásla og FC Nordsjælland flutt upp í bestu deildina
Landsliðsleikarin skal spæla í 3F-deildini komandi ár. Ungur føroyingur er við í toyminum hjá liðnum sum fysisikur venjari.
Ásla eftir uppflytingina
2019-06-16 08:22
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald