Liðið hjá Áslu Johannesen spældi á heimavøllinum hjá favorttinum Häcken. Beint yvir 6.000 áskoðarar sóu heimaliðið hava bóltin meira, men Piteå skora einasta málið.
Hetta var við brotssparki í yvirtíðini. Tað var innskifta Enma Viklund, ið tók ábyrgd og sendi Piteå í ein sigursrús.
Føroyski landsliðsliðskiparin Ásla Johannesen kom á vøllin stutt frammanundan. Hon kann nú fegnaast um hennara størstu løtu sum yrkisspælari og søguligt steyp í Svøríki.
18-ára gamla hoyvíkskvinnan Jóhanna Fossdalsá Sørensen, sum í landsliðshøpi umboðar Danmark, spældi fullan dyst fyri Häcken.
Svenska steypafinalan hjá kvinnum 2024
BK Häcken - Piteå IF 0-1 (0-0)
Vit ynskja Áslu Johannesen hjartaliga tillukku við steypagullinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald