Um vikuskiftið luttók Asta Egilstoft Nielsen til tað norðurlendska meistaraheitið fyri juniorar.
Asta hevur vant fram ímóti hesi kappingini í gott eitt ár, og tað eydnaðist Astu at vinna seg í kappingina 27 juli í ár. Hon er fyrsta føroyska kvinniliga umboðan til hesa kappingina, og fekk eitt flott fjórða pláss. Kappingin varð hildin í Rovaniemi í Finnlandi í gjár.
Asta lyftir í -59kg vektbólkinum. Hon lyfti heili 57kg í trekk og 71kg í vend og stoyt. Hetta gav henni eitt samlað úrslit á 128kg, og eitt sera flott fjórða pláss.
Venjarin hjá Astu, Pól Hendrikur Andreasen, fegnast um úrslitið. Eitt fjórða pláss til eina so stóra kapping, eftir bert at hava íðka vektlyfting í nærum tvey ár er sera flott. Afturat hesum prógvar hetta, at tað arbeiði, sum verður gjørt í Styrkifelagnum Stoyt, er á góðum og høgum støði.
Pól er vísur í, at tað vera fleiri, sum koma at fylgja sporinum hjá Astu. Norðurlendska meistaraheitið verður hildið í Keypmannahavn í næsta ár.
(Mynd: Stoyt)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald