Ein dystur í næstbestu ensku deildini varð leiktur í gjárkvøldið. Hann var á Villa Park í Birmingham, har eitt av gomlu stórfeløgunum í Onglandi tók ímóti Sheffield United, ið undan dystinum lá á 2. plássi.
Tað sá gott hjá Sheffield. Í 62. minutti fullførdi toppskjúttin í deildini, Billy Sharp, sítt hattrick, og so var 3-0 og einki bendi á, at Aston Villa fór at fáa nakað burturúr dystinum.
Liðið úr Birmingham hevði harðliga tørv á stigum í stríðnum um playoff-pláss, og tá nýinnkeypti Tyrone Mings skoraði í 82. minutti kom ferð á hjá Villa. Fimm minuttir seinni minkaði Tammy Abraham, ið er leiðagur úr Chelsea, aftur um munin. Fjáltur var komin á Sheffield, og í 94. minuttir javnaði innskifti Andre Green. 20-ára gamli áleyparin fullførdi harvið eina ógvuliga flotta vend av heimaliðnum.
Fótbóltur
Aston Villa framdi eitt ótrúligt comeback
Sheffield United var á odda 3-0, tá átta minuttir vóru eftir, men so vendi VIlla øllum á høvdið.
Stórur fagnaður eftir at Green tryggjaði VIlla eitt ótrúligt stig
2019-02-09 15:42
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald