Fyrru fjórðingsfinalurnar í Champions League vórðu spældar týsdagin og mikudagin - í gjárkvøldið snúði tað seg um fyrru fjórðingsfinalurnar í Europa League og Conference League.
Sí eisini:
Barcelona og Atletico Madrid liggja væl fyri
Tíggju mál í tveimum teimum fyrstu fjórðingsfinalunum
Nógv stórfeløg eru eftir Europa League. Tvey italsk - AC Milan og Roma - hittust í Milano í gjár, har gestirnir fingu einasta málið.
Benfica basti Marseille, og í Týsklandi helt sigursrøðin hjá Bayer Leverkusen. Sjeyndi sigur á rað hjá Alonso og hansara monnum kom í hús móti West Ham, sum vann Conference League í fjør. Leverkusen líkt komu málini seint - í 83. og 90. minutti. Tey stóðu Jonas Hofmann og Victor Boniface fyri.
Leverkusen hevur ikki tapt ein kappingardyst í 2023/2024. Felagið varð stovnað fyri 120 árum síðani og hevur bert tvey stór steyp at vísa á: Nú er man heilt nær við at tryggja sær Bundesliga-gull, Leverkusen er í steypafinaluni í Týsklandi og nú nær EL-hálvfinaluni. Higartil eitt meistaraverk hjá Xabi Alonso.
Victor Boniface spældi í nøkur ár fyri Bodø/Glimt, har hann í 2022 skoraði øll fýra málini í samanlagda 4-3 Champions League- sigrinum á KÍ. Síðani er nigeranski áleyparin seldur víðari tvær ferðir, og skoraði hann móti West Ham í gjár (Myndir: Sverri Egholm)
Xabi Alonso (Mynd: EPA)
Nógv peikaðu á fyrrverandi Liverpool-miðvallaran sum upplagdan avloysara á Anfield, tá Jürgen Klopp gevst. Alonso hevur tó gjørt greitt, at hann heldur fram í Leverkusen.
Liverpool vann Carabao Cup síðst í februar, men steypajagstranin á farvæltúrinum hjá Klopp hevur síðani fingið fleiri bakkast. Liverpool reyk út av fjórðingsfinalunum í FA Cup, og fyrimunurin í tætta oddastríðnum reyk sunnudagin. Í báðum førum var tað á Old Trafford, har eitt miðal-vánaligt Manchester United lið argaði arvafíggindan.
Í gjár var Atalanta ein stórur trupulleiki á Anfield. Útiliðið var vandamiklari og legði seg á odda stutt fyri steðgin. Salah, Szoboszlai og Robertson komu á vøllin til 2. hálvleik, men einki hjálpti uppá úrslitið. Atalanta skoraði tvær ferðir afturat og liðið á 6. plássi í Serie A vann harvið 3-0. Tað verður nú ógvuliga tungt hjá Jürgen Klopp og hansara monnum at venda tí á útivøllinum.
Europa League - fyrru fjórðingsfinalurnar
Í gjár, hósdagin 11.04
AC Milan - AS Roma 0-1 (0-1)
Benfica - Marseille 2-1 (1-0)
Bayer Leverkusen - West Ham 2-0 (0-0)
Liverpool - Atalanta 0-3 (0-1)
Í Conference League vann Aston Villa 2-1 á Lille. Liðið á 4. plássi Premier League roynir at gerast tað næsta enska felagið, sum vinnur kappingina, og Unai Emery hevur royndirnar í Europa. Lille, sum var í bólki saman við KÍ, skal royna at venda tí á heimavølli í næstu viku.
Conference League - fyrru fjórðingsfinalurnar
Í gjár, hósdagin 11.04
Olympiakos - Fenerbahce 3-2
Viktoria Plzen - Fiorentina 0-0
Aston Villa - Lille 2-1
Club Brügge - PAOK 1-0
Seinnu dystirnir í báðum kappingunum verða spældar hósdagin 18. apríl.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald