2024-03-26 20:04
Í mai skulu Føroyar og Norðurmakedónia spæla um eitt pláss í HM-endaspælinum hjá monnum í januar 2025.
Liðini hava hvør sín heimadyst. Fyrri dysturin verður spældur í Føroyum mikudagin 8. mai. Atgongumerkini, ið kundu setast til sølu til tann dystin, vórðu skrødd burtur.
Sí eisini: Útselt eftir tveimum minuttum
Stórur áhugi er eisini fyri útidystinum hjá manslandsliðnum í HM-undankappingini móti Norðurmakedonia sunnudagin tann 12. mai í Skopje - bæði millum føroyingar og makedónar. Hetta ger Hondbóltssambandið greitt á heimasíðu sínari í dag.
- Atgongumerkini eru ikki komin til sølu enn, men verða tey sett til sølu í apríl mánaði. Áhugin er eisini stórur í Norðurmakedonia fyri dystinum og verður væntandi útselt.
Heilt fitt av føroyingum verða helst eisini at síggja í Skopje (Savnsmynd: Sverri Egholm)
(Savnsmynd: Sverri Egholm)
Vegna stóra áhugan hevur norðurmakedonska hondbóltssambandið tørv á at vita, hvussu nógvir føroyingar kunnu væntast, soleiðis at atgongumerki kunnu leggjast av. HSF skrivar, at boðini skulu koma til føroyska hondbóltssambandið í hesari vikuni:
- Um tit ynskja at tryggja tykkum lut í føroysku atgongumerkjunum, kunnu tit boða frá á [email protected], hetta í seinasta lagi mánadagin 1. apríl. Vinarliga viðmerkið, hvussu nógv atgongumerki tit ynskja. Fráboðanir eftir 1. apríl eru ikki tryggjaði atgongumerki.
Útiliðið hevur rætt til eitt ávíst tal av atgongumerkjum. Seinni HM play-off dysturin millum Føroyar og Norðurmakedonia verður leiktur sunnudagin 12. mai klokkan 18.00 føroyska tíð. Hetta í Boris Trajkovski Arena í Skopje. Har er pla´ss fyri eini 6.000 áskoðarum.
Portalurin verður í øllum førum til staðar í Skopje, tá Føroyar kunnu spæla seg til HM.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald