Um 16 dagar fer UEFA Europa Conference League bólkaspælið í gongd við KÍ sum eitt av liðunum. Føroyameistararnir byrja í Bratislava - fyrsti heimadysturin verður um ein mánaða, 5. oktober, móti franska Lille.
Í gjár byrjaði atgongumerkjasølan til heimadystirnar í bólkaspælinum. Í fyrstu syftu hevur KÍ sett allar dystirnar til sølu í einum pakka. Tað vil siga, at ein kann bara keypa atgongumerki til allar tríggjar dystirnar saman beint nú.
Hetta er fyri "serprís". KÍ skrivar, at hendan sølan koyrir til mánadagin tann 18. sep. Tá byrjar sølan til einstakar dystir. Her vera bert tey pláss, ið ikki eru seld í pakkum, til sølu.
Prísirnir eru ymiskir, í mun til hvar ein vil sita. Tað er sum vera mun lutfalsliga bíligari at keypa allar dystirnir saman enn og ein. Tað kostar tó eitt sindur at koma til hesar evropeisku uppgerðirnar.
Eins og tveir teir seinastu evropeisku heimadystirnar, spælir KÍ á Tórsvølli. Hetta er tí, at tað er einasti góðkendi leikvøllur í Føroyum, til tá tað kemur so langt. Vøllurin í Klaksvík er ov lítil og ov fá áskoðarapláss eru til 3. umfar og úteftir. Beint yvir 5.000 fólk passa inn á Tórsvølli.
Til ber at keypa atgongumerki til teir tríggjar heimadystirnar hjá KÍ í Conference League á atgongumerki.fo
Dystarskráin fyri bólk A í Conference League
1. umfar, 21. september: Slovan Bratislava - KÍ
2. umfar, 5. oktober: KÍ - Lille
3. umfar, 26. oktober: KÍ - Olimpija Ljubljana
4. umfar, 9. november: Olimpija Ljubljana - KÍ
5. umfar, 30. november: KÍ - Slovan Bratislava
6. umfar: 14. desember: Lille - KÍ
Allir heimadystirnir verða spældir á Tórsvølli og eru lagdir til klokkan 17.45. Útidystirnir standa allir at byrja klokkan 20 føroyska tíð.
Les eisini: Byrja bólkaspælið í Bratislava
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald