Í gjár var lutakast um bólkabýtið í UEFA Europa Conference League. Tað sendi KÍ í hendan bólkin:
Bólkur A:
LOSC Lille (Frakland)
SK Slovan Bratislava (Slovakia)
NK Olympia Lublijana (Slovenia)
KÍ
Les eisini:
KÍ skal spæla móti Slovan Bratislava
Koronuliðið og franskir meistarar
Nú er greitt, hvussu spælt verður í bólkaspælinum. Tað hevur UEFA kunngjørt á heimasíðu sínari fyrrapartin.
Dystarskráin fyri bólk A í Conference League
1. umfar, 21. september: Slovan Bratislava - KÍ
2. umfar, 5. oktober: KÍ - Lille
3. umfar, 26. oktober: KÍ - Olimpija Ljubljana
4. umfar, 9. november: Olimpija Ljubljana - KÍ
5. umfar, 30. november: KÍ - Slovan Bratislava
6. umfar: 14. desember: Lille - KÍ
Allir heimadystirnir verða spældir á Tórsvølli og eru lagdir til klokkan 17.45. Útidystirnir standa allir at byrja klokkan 20 føroyska tíð.
Harvið byrjar KÍ bólkaspælið við at vitja býin og felagið, har júst KÍ í ein mun er lagt fyri hatur fyri hendingarnar í 2020. Tá kom KÍ víðari móti Slovan Bratislava í Champions League við skriviborðssigri. Koronusmitta í hópinum hjá slovakiska liðnum var orsøkin til tað.
Slovan vitjar sum tað seinasta liðið Tórsvølli. Tað er síðst í november. Fyrsti evropeiski bólkaspælsdysturin í Føroyum nakrantíð verður 5. oktober, tá fronsku meistararnir frá 2021 vitja. KÍ endar bólkaspælið í Lille mitt í desember.
Dystirnir, har liðið hjá Magna Hoseth hevur frægasta møguleikan at fáa stig á pappírinum, liggja mitt í skránni. Teir eru móti slovensku meistarunum.
Tríggir dystir eru áðrenn Betrideildin endar - tann móti Lublijana á heimavølli bert fáar dagar áðrenn - og tríggir dystir eru eftir landskappingina.
Í dag gjørdist eisini greitt, at Breiðablik og Klæmint Andrasson Olsen byrja bólkaspælið í Tel Aviv 21. september. Sum bolt.fo skrivaði í gjárkvøldið, so er ein møguleiki fyri, at Breiðablik skal spæla sínar heimadystir uttanfyri Ísland.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald