Fótbóltur

Koronuliðið og franskir meistarar

KÍ fekk eitt áhugavert lutakast til bólkaspælið í Conference League. Nú sleppur KÍ at royna seg móti slovakiska Slovan Bratislava - slovenska meistaraliðið eisini spennandi uppgáva.

Tá KÍ skuldi spæla móti Slovan Bratislava í 2020. Korona var í hópinum hjá slovakiska liðnum, og teir vórðu sendir av landinum og dømdir at tapa. Í dag vóru Tummas Lervig (mitt fyri) og Kaj Dam (til høgru) umboðini hjá KÍ til søguliga lutakastið í Monaco, har Slovan m.a. kom úr pottinum (Mynd: Sverri Egholm)

Tá KÍ skuldi spæla móti Slovan Bratislava í 2020. Korona var í hópinum hjá slovakiska liðnum, og teir vórðu sendir av landinum og dømdir at tapa. Í dag vóru Tummas Lervig (mitt fyri) og Kaj Dam (til høgru) umboðini hjá KÍ til søguliga lutakastið í Monaco, har Slovan m.a. kom úr pottinum (Mynd: Sverri Egholm)

2023-09-01 16:01 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Til lutakastið í Monaco í dag vórðu serliga tvey feløg bjóðaði vælkomin: Breiðablik og KÍ. Íslendsku meistararnir og føroysku meistararnir eru fyrstu umboðini fyri síni lond í einum evropeiskum bólkaspæli nakrantíð. 

Sí eisini: Breiðablik er í bólkaspælinum

Bæði liðini vóru í fjórða og niðasta styrkisbólkinum. KÍ fekk eitt á pappírinum fínt og spennandi lutakast. Ferðast skal til Fraklands, Slovenia og Slovakia, og harvið er tað ikki serliga langt ella roksut - kanska heldur ikki heilt dýrt. Ítróttaliga avbjóðingin er stór men spennandi. Serliga kann man vænta rímiliga tættar dystir móti Slovan og Olympia á Tórsvølli - søgan í mun til serliga uppgerðina móti tí eina liðnum er serlig.

Bólkur A: 
LOSC Lille (Frakland)
SK Slovan Bratislava (Slovakia)
NK Olympia Lublijana (Slovenia)

[object Object]
Mynd: UEFA - Sí allar bólkarnar har

Í 2020 skuldu KÍ og Slovan Bratislava hittast í fyrsta umfarinum í Champions League. Orsakað av koronustøðuni var bert talan um ein dyst, og hann skulu vera í Klaksvík - tann fyrsti evropeiski nakrantíð har. Uppgerðin varð tó ongantíð spæld.

Korona var í hópinum hjá Slovan, ið kom til Føroyar og vandi í Klaksvík. UEFA útsetti fyrst dystin nakrar dagar, eykaspælarar hjá slovakiska felagnum komu til landið, men fleiri positivar royndir við innferð gjørdu, at landslæknin vendi tummlinum niður: Reglurnar vóru strangar. Einki mótstøðuliðið møtti upp í Klaksvík tann margháttiliga fríggjadagin, Slovan varð dømt at tapa 3-0, tók málið til altjóða ítróttardómstólin men tapti, og KÍ fór víðari og varð lagt fyri hatur í fjepparaskarðanum hjá Slovan Bratislava. Hesaferð skulu liðini hittast tvær ferðir.

[object Object]Slovan hevði eina venjing í Klaksvík...(Mynd: Norðlýsið)

[object Object]
Men á "seinna dystardegnum" var bara KÍ-venjing, hóast dómarar o.o vóru til staðar. Ein serlig støða og ein onnur tíð (Mynd: Sverri Egholm)

Lille gjørdist franskur meistari fyri fjórðu ferð í søgu felagsins í 2021. Tá eydnaðist tað at bróta rúmtuna hjá stórfelagnum høvuðsstaðarfelagnum PSG. Lille er eisini eitt rímiliga stórt felag í Fraklandi, sum er ein topp-fimm deild í Evropa. Í fjør endaði liðið á 5. plássið. Norðurfranska felagið hevur nógvar ógvuliga dugnaligar spælarar og ein hóp við stórum virði. LOSC Lille hevur  bæði ment nógvar stórspælarar og vunnið fleiri steyp gjøgnum søguna. Lille verður á pappírinum støsta uppgávan hjá KÍ í 2023.

NK Olympia Lublijana er slovenskur meistari og á pappírinum besti møguleikin hjá KÍ fyri at fáa stig í bólkaspælinum. Slovenska deildin er nakað undir tí slovakisku, har Slovan Bratislava er besta liðið, og væl undir tí fronsku. Olympia Lublijana kann metast at vera nakað undir Ferencvárosi og Molde í styrki og meira sum BK Häcken ella har á leið. Hini liðini í bólkinum hava royndir við slíkum, men eins og hjá KÍ, verður hetta fyrsta bólkaspælið hjá slovenska høvuðsstaðarfelagnum.

Dystarskráin fyri bólkaspælið verður tøk í seinasta lagi sunnudagin. Sum skilst ætlar KÍ at fáa tann fyrsta dystin í bólkaspælinum, hósdagin 21. september, í Føroyum. Tveir dystir eru heilt seint á árinum, 30. november og 14. desember, og teir ynskir KÍ at spæla á útivølli. Hetta er í tráð við vegleiðingina hjá UEFA um, at Føroyar "ikki eru egnaðar til vetrardystir" - landsliðini spæla ikki á heimavølli í mars og í november. Umboð fyri KÍ samráðast nú við hini feløgini í bólkinum um skránna.

[object Object]
Dystardagfestingarnar í bólkaspælinum - skráin hjá KÍ restina av árinium verður strømm (Skíggjamynd: UEFA/Wikipedia)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder