Fótbóltur

Breiðablik er í bólkaspælinum

Klæmint Andrasson Olsen og teir hava skrivað íslendska fótbóltssøgu. Tað endaði aftur 1-0 til íslendsku meistararnar í kvøld, og verður liðið í sama potti sum KÍ í morgin.

Stórur fagnaður í skiftingarrúminum hjá Breiðablik. Klokkan 13.30 í morgin verður greitt, hvørjum liðið møtir í Conference League-bólkaspælinum (Mynd: Breiðablik)

Stórur fagnaður í skiftingarrúminum hjá Breiðablik. Klokkan 13.30 í morgin verður greitt, hvørjum liðið møtir í Conference League-bólkaspælinum (Mynd: Breiðablik)

2023-08-31 22:36 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Breiðablik skal spæla UEFA Europa Conference League bólkaspæl í heyst og í vetur. Hetta varð staðfest í Kópavági í kvøld, tá Breiðablik vann 1-0 á Struga.

Íslendsku meistararnir høvdu strítt seg til hetta útgaangsstøði í Norðurmakedónia í síðstu viku, og longu í 3. minutti í kvøld varð samanlagda leiðslan tvífaldað. Viktor Karl Einarsson skoraði, og einki mál kom afturat. Harvið kom víðari luttøkan 

- - Hetta er ótrúliga spennandi og fantastiska stuttligt. Allir eru til reiðar og sera uppsettir til at skriva íslendska fótbóltsøgu. Vit kenna sjálvandi týdningin av dystinum og royna bara at njóta hvørja løtu av hesum evropeiska fótbóltsævintýrinum. Vit settu okkum eitt mál um at koma í eitt bólkaspæl, og vit hava framvegis møguleika at náa tí málsetninginum. Kópavogsvøllur er útseldur, og vit spæla heima á graslíki, so fyritreytirnar eru góðar.

Soleiðis segði Klæmint Andrasson Olsen við Portalin í gjár. 33-ára gamli rituvíkingurin byrjaði sum fremsti maður hjá Breiðablik í kvøld. Hann varð skiftur út, tá eitt korter restaði í, í Kópavági.

Stórur fagnaður har í kvøld, nú Breiðablik skrivaði íslendsksa fótbóltssøgu. Fyrsta liðið úr landinum í einum bólkaspæli - eins og KÍ er tað í Conference League, og hesi bæði liðini eru í niðasta styrkisbólki, tá trekt verður klokkan 13.30 í morgin.

Føroyski landsliðsáleyparin er leigaður úr barndómsfelagnum NSÍ, og nú er greitt, at hansara evropeiska ævintýr við íslendska liðnum heldur fram. Í næstu viku snýr tað seg tó um landsliðið fyri Klæmint. Uppgávur eru á skránni í Póllandi (hósdagin 7/9) og á Tórsvølli móti Moldova 10. septeber. Tá fara vit at hoyra meira frá honum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder