Í morgin er stórur fótbóltsdagur í Íslandi. Tá spælir Breiðablik seinna dystin í play-off-umfarinum í Conference League. Tað er ongantíð hent, at eitt íslendskt felag hevur spælt seg í eitt evropeiskt bólkaspæl, so Klæmint Andrasson Olsen og liðfelagirnir merkja væl spenningin. Teir hava eina tætta leikskrá og stríddust fyri at fáa flutt landskappingardyst, sum kortini varð spældur sunnudagin.
- Tað fyllir sjálvandi nógv í íslendska fótbóltsheiminum, at vit eru á gáttini til at verða fyrsta íslendska liðið í einum evropeiskum bólkaspæli. Vit høvdu ein dyst móti Víkingi millum hesar báðar play off dystirnar, sum vit royndu at fáa fluttan, men tað lat seg ikki gera. Tí bleiv tann dysturin merktur av nógvum broytingum á liðnum. Tað hevur annars ikki verið ein trupuleiki, at hugsavna okkum til hesa stóru uppgávu.
Les eisini: Gunnar og Víkingur nærri meistaraheitinum eftir málveitslu móti Breiðablik
Soleiðis sigur Klæmint Andrasson Olsen, tá Portalurin fekk fatur á honum fyrr í dag.
Íslendsku meistararnir vunnu 1-0 á Struga í fyrra dystinum á útivølli. Í annaðkvøld vitja norðurmakedónsku meistararnir í Kópavági. Rituvíkingurin hjá Breiðablik spældi allan dystin á útivølli. Hann er fegin um útgangsstøði, men viðurkennir at spælið helst skal síggja øðrvísi í morgin.
- Vit stríddu okkum til eitt gott útgangstøði niðri í Norður Makedónia. Men vit noyðast at spæla ein betri dyst nú hósdagin, um tað skal eydnast okkum at koma víðari. Vit skulu verða meira kontrolerandi á bóltinum enn seinasta dyst. Vit eru bestir, tá vit eru spælistýrandi, so tað fara vit at leggja okkum eftir, staðfestir Klæmint.
Klæmint í Norðurmakedónia við A-landsliðnum í mars. Í síðstu viku tryggjaðu hann og liðfelagarnir sær gott útgangsstøði har (Mynd: Sverri Egholm)
33-ára gamli landsliðsáleyparin setur til seinast orð á tað serstaka við play-off dystinum, og hvat málið og hvør hugburðurin er í Breiðablik:
- Hetta er ótrúliga spennandi og fantastiska stuttligt. Allir eru til reiðar og sera uppsettir til at skriva íslendska fótbóltsøgu. Vit kenna sjálvandi týdningin av dystinum og royna bara at njóta hvørja løtu av hesum evropeiska fótbóltsævintýrinum. Vit settu okkum eitt mál um at koma í eitt bólkaspæl, og vit hava framvegis møguleika at náa tí málsetninginum. Kópavogsvøllur er útseldur, og vit spæla heima á graslíki, so fyritreytirnar eru góðar.
Klæmint Andrasson Olsen varð spardur sunnudagin og fær helst stóran leiklut í morgin. Fyrsta bríksl í Kópavági verður klokkan 17.45 føroyska tíð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald